Holst kom, sá og sigraði

Christian Lamhauge Holst var eykamaður, tá Silkeborg vitjaði FCN í dag, men hann kom í fokus stutt eftir innskifting sína. Føroyski landsliðsspælarin kom á vøllin fyri Henrik Tømrer Pedersen, tá góður tími var av dystinum, og eitt lítið korter fyri dystarlok var hann maðurin, sum við einasta málinum avgjørdi, hvar stigini skuldu fara. Sigurin ber við sær, at Silkeborg nú er á fimta plássi í donsku superliguni.