Seinastu vikurnar hevur landsliðsmaðurin drigist við skaða í legginum, men væntandi byrjar hann at venja í hesi vikuni. Við donsku heimasíðuna, bold.dk, sigur Christian Lamhauge Holst, at hann í løtuni roynir at vera varin við skaðanum. - Eg royndi at renna í farnu viku, men eg merkti alt fyri eitt, at beinið ikki var heilt til reiðar. So í samráð við heilsusektorin hjá okkum, havi eg valt at taka tað róligt. Men eg rokni við, at eg fari undir veruliga venjing í hesi vikuni, sigur Holst við heimasíðuna. Christian Lamhauge Holst hevur skotið fimm mál fyri Silkeborg hetta kappingarárið.