Christian Lamhauge Holst hevur verið skaddur í fleiri vikur, men er líka við at verða klárur aftur. Soleiðis skrivaði almenna heimasíðan hjá Silkeborg fyri trimum vikum síðani, men sambært høvuðspersóninum sjálvum hevur hann ongantíð havt nakran nevniverdan skaða.
– Nei, eg skilji ikki heilt, hvussu hatta hongur saman. Tað er rætt, at eg havi havt eitt sindur ilt í rygginum og tí havi spart meg eitt sindur til onkra venjing, men tað er eisini tað einasta, sigur Christian Lamhauge Holst.
Hann leggur aftrat, at hann hevur hoyrt frá fleiri øðrum, at hann hevur verið skaddur, men tað er altso ikki hald í tí – heldur ikki, hóast almenna heimasíðan hjá Silkeborg ber tíðindini.
Spardur av taktiskum ávum
Christian Lamhauge Holst, sum vanliga er við frá byrjan teir flestu dystirnar hjá Silkeborg, byrjaði ikki inni í dystinum móti Køge seinnapartin í gjár.
Vøllurin var pent sagt í elendigum standi, og í danska fótbóltsheiminum undrast tey eisini á, at dysturin yvirhøvur varð spældur. Ringi vøllurin var eisini óbeinleiðis orsøkin til, at Holst byrjaði dystin á beinkinum.
– Vøllurin legði ikki upp til annað enn fysiskt spæl og langar bóltar, so tað var av taktiskum orsøkum, at eg ikki byrjaði inni, greiðir Holst frá. Føroyski landsliðsleikarin slapp tó upp í part og fekk ein góðan hálvan tíma á vøllinum.