Hondbóltsfeløgini fingið sær nýgjar venjarar

Hondbóltur: Øll 1. deildarliðini hjá monnum uttan VÍF hava nýggjan venjara

Flestu liðini í 1. deild hjá monnum hava í vetur nýggjan mann við róðrið.

Eftir eina kapping í fjør, tá VÍF var suverent, og øll hini liðini tóku stig frá hvørjum, kemur tað kanska ikki óvart á, at liðini skifta venjarar, men onkrastaðni var uppá tal, at sami venjari skuldi halda fram.

Í Vestmanna stórtrívist hondbólturin, og síðani Ingi Olsen og Kári Durhuus tóku við ábyrgdini har, hevur gingið væl, og teir báðir krýndu saman við liði sínum góðan innsats gjøgnum seinasta árið, við flottum Europa-Cup úrslitum móti Dynamo Bukarest.

Ingi Olsen og Kári Durhuus halda fram sum venjarar í VÍF, og aftur í ár fer Ingi Olsen at vera ein av spælarunum á VÍF-liðnum, meðan Kári Durhuus skal stýra frá síðulinjuni.

Ofta hevur tað verið Kyndil, sum hevur verið argasti kappingarneytin hjá VÍF, og teir royna seg nú aftur við venjaranum, sum førdi teir til meistaraskapin fyri tveimum árum síðani. Sverri Jacobsen skal venja liðið í vetur, eftir at Dia Midjord stóð á odda fyri liðnum í seinasta kappingarári.


Jónleif til StÍF

Á Strondum fáa teir ein av mest sentralu spælarunum hjá Kyndli í seinasta kappingarári sum venjara. Jónleif Sólsker skiftir gólvið í ítróttarhøllini á Hálsi út við tað á Skála. Tá StÍF fór at leita eftir venjara, løgdu teir dent á, at teir skuldu hava ein sum eisini kundi spæla við teimum, og tær báðar kvalifikatiónirnar hevur Jónleif Sólsker.

H71 hevði gott kappingarár í fjør, men Páll Poulsen heldur ikki fram sum venjari. Ístaðin hava hoyvíkingar fingið sær íslendskan venjara. Tað er Hans Gudmundson, sum hevur spælt á íslendska A-landsliðnum í nógv ár.

Neistin hevur eisini fingið sær útlendskan venjara. Tað er danin Benny Vium, sum skal venja teir í vetur. Neistin lá í fjør leingi í bontinum, men slapp sær væl og virðiliga av aftasta plássi fram móti endanum av kappingini.

Í Kollafirði skal Jákup Dam í ár taka sær av venjingini og liðnum annars. Hann er eisini formaður og spælari í felagnum, og nú fær hann so ábyrgdina av ítróttarliga partinum av 1. deild eisini.

Vestmenningar hava longu víst, at teir eru minst líka væl fyri í ár, sum teir vóru í fjør, tá eingin kláraði at gera nakað um helst við teir.

VÍF er tí stórfavorittur til at endurvinna meistaraheitið í ár, og tað er trupult at fáa eyga á nakað lið, sum kann hótta teir.