Hondbóltslandsliðið spælir móti Japan í morgin

Dysturin byrjar fyrrapartin klokkan 11 føroyska tíð

Mynd: HSF

Fyrrapartin í morgin klokkan 11 bíðar ein spennandi uppgáva hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

 

Japan sum hevur vunnið seg í olympiska endaspælið vil spæla tveir venjingardystir móti dygdargóðum landsliði undan OL í París.

 

HSF skrivar: - Ein heilsan frá A-landsliðnum hjá monnum úr Tokyo í Japan

 

Eftir góðan morgunmat hevur liðið hevur havt videofund og nú venjing seinnapartin.

 

Menn eru komnir hampuliga væl fyri seg eftir longu ferðina. Nakrir vaknaðu tó longu kl. 4.30, men hava teir dagin í dag eisini at koma fyri seg. Japanarar og japanska hondbóltssambandið hava verið framúr vertir higartil. Mangt er øðvísi her, nudlur og várrullur til morgunmat og WC kumman elektronisk

 

Fyrri dysturin móti Japan byrjar kl. 11.00 í morgin, mánadagin 1. juli. Dysturin verður stroymdur á youtube síðuni hjá japanska sambandinum her:

 

https://youtube.com/@tvtokyosports?si=MFPzzZ2Q6A9KOv3C. Skrivar HSF. 

 

 

 

Mynd: HSF