Dystirnir eru millum føroyameistarar og steypavinnarar, sum hesaferð eru ávikavist H71 og Kyndil hjá kvinnum og Kyndil og H71 hjá monnum. Kvinnurnar spæla sunnudagin 7. septembur klokkan 16 og menninir klokkan 18.
Nú tey fremstu og vinnandi liðini frá undanfarna kappingarári møtast í dystunum um Lionsbikarið, ber ofta eisini til at fáa eina hóming av, hvussu tey eru fyri, nú sett verður á eitt nýtt kappingarár vikuna eftir.
Samstundis eru dystirnir eitt gott høvi til at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli, tí sum vant er talan um eitt samstarv millum Hondbóltssambandið og Lions Club. Og hesaferð fer allur ágóðin til Colitis-Crohn Felagið, umframt ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti, sum eru til várs.
Alt er sjálvboðið
– Í seinastuni hava vit varpað ljós á tørvin á almennum vesum, tí teimum hava vit alt ov fá av í Føroyum, sigur Asta á Vollanum, forkvinna í felagnum, sum er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur áhugað.
– At hava atgongd til almenn vesi hevur nógv at siga fyri okkara limir, millum annað til ítróttartiltøk, festivalar og annað. Vit kundu hugsað okkum at ment eina app, ið altíð kundi víst til tað vesið, tú ert tættast við, men eisini víst á, hvar í Føroyum almenn vesi eru at finna.
Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so.
– Alt arbeiði hjá okkum er sjálvboðið, so allur stuðul kemur væl við. Ikki minst, nú vit fyri kortum eru boðin við í eina verkætlan hjá einum universiteti í Milan, sum snýr seg um strongd, mat og rørslu í mun til tann tarmsjúka og tey avvarðandi, sigur forkvinnan í Colitis-Crohn Felagnum.
Lions-bikarið, kvinnur
2014 Kyndil-Neistin 29-26
2015 Neistin-Kyndil 30-25
2016 Neistin-VÍF 20-19
2017 Kyndil-Neistin 24-22
2018 VÍF-Kyndil 28-23
2019 Kyndil-VÍF 33-30
2020 Kyndil-H71 28-26
2021 StÍF-H71 21-27
2022 H71-Kyndil 38-22
2023 H71-Kyndil 23-30
2024 Kyndil-StÍF 27-25
2025 H71-Kyndil
Lions-bikarið, menn
2014 KÍF-Kyndil 20-26
2015 VÍF-Neistin 26-32
2016 VÍF-H71 19-24
2017 H71-VÍF 32-29
2018 H71-Kyndil 30-21
2019 H71-Neistin 31-21
2020 H71-VÍF 23-22
2021 VÍF-H71 31-33
2022 H71-KÍF 28-34
2023 H71-VÍF 26-32
2024 H71-VÍF 29-22
2025 Kyndil-H71