Hornorkestur fyrstu ferð uttanlands

Fyrsta uttanlandsferðin hjá Nes Sóknar Musikkfelag, sum varð stovnað í 1962, verður í juli mánða

Í døgunum 12. - 19. juli fer Nes Sóknar Musikkfelag, sum er eitt hornorkestur við 21 spælarum, á Skotlandsferð.

Tey skulu búgva í býnum Selkirk, sunnast í Skotlandi.

Vitjað verður ymsastaðni í økinum, har orkestrið fer at hava fleiri konsertir.

Spælt verður ymiskt slag av tónleiki: marsjir, sálmar, popp-løg og sjálvandi eisini føroysk løg.

Farið verður eisini suður um markið, og ætlanin er at vitja í Newcastle og møguliga eisini spæla har.

Nes Sóknar Musikkfelag er stovnað í 1962 og byrjaði at spæla í 1963.

Hetta er fyrsta uttanlandsferð hjá orkestrinum, og dúgliga hevur verið vant til hetta høvið. Orkestrið spælir annars regluliga til mong ymisk tiltøk, t.d. flaggdagshald, fimleikaframsýningar, stevnur, tendring av jólatrøum, kirkjukonsertir o.t.

Harafturat var ein av føstu uppgávunum í fleiri ár at spæla tjóðsangirnar á Svangaskarði, tá fótbóltslandsdystir vóru.


Spælararnir

4 av spælarunum hava verið við heilt frá byrjan, og teir eru Petur Gaardbo, Jónsvein Mikkelsen, Jafet Olsen og Thorleif Hansen, sum er formaður í orkestruinum.

Spælararnir eru millum 10 og 70 ár, harav er uml. helvtin undir 20 ár, og teir koma úr bygdunum kring Skálafjørðin: av Strondum og Skála, úr Lamba, Runavík, Rituvík og Æðuvík, av Toftum og úr Kambsdali.

Vant verður báðu megin fjørðin, og spælt verður til tiltøk í hesum bygdum og aðrastaðni. Virksemið hjá orkestrinum er sostatt dømi um eitt positivt, vælvirkandi samstarv tvørtur um bygda- og kommunumark.

Orkestrið hevur fingið sær nýggjar búnar í sambandi við ferðina: Svartar buksur, hvíta skjúrtu og reyðan vest. Tað er Diana Jacobsen úr Lamba, sum hevur seymað vestarnar, og á teimum er eisini búmerki, sum ein av ungu spælarunum, Jóannes Lamhauge, hevur teknað.

Leiðari í orkestrinum hevur verið Graeme Rudd, men av tí at hann hevur fingið forfall, er Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari, komin í hansara stað sum dirigentur á túrinum. Tveir synir hansara spæla eisini við í orkestrinum á túrinum. Nevnast kann, at gott samstarv hevur verið millum orkestrið og Musikkskúlan, við tað at tilgongdin av ungum spælarum øll kemur úr Musikk-skúlanum, og NSM er virknasti møguleiki fyri samanspæli hjá musikkskúlanæmingum í økinum.


Ferðalagið

Fleiri av spælarunum hava familjur sínar við á túrinum, og samlaða ferðalagið verður í alt upp á 48, harav 21 eru við í orkestrinum. Tey skulu búgva á frítíðarstaðnum Whitmuir Hall uttan fyri Selkirk, har íbúðir eru til familjur og smærri bólkar. Umframt konsertferðir er ætlanin at skipa fyri útferðum, t.d. til Hadrian-múrin, sum er uml. 70 km sunnan fyri Selkirk.

Fígging av túrinum fyri spælararnar er fingin til vega við ymiskum tiltøkum: køkutombola, lutaseðlasølu, stuðulskonsert og við beinleiðis stuðuli. Nes Sóknar Musikkfelag vil fegið takka øllum teimum mongu, sum við stuðuli á ymsan hátt hava gjørt hesa spennandi ferð møguliga.