Í dag var tann stóri kranin hjá IR Lastvongum í Kollafirði og lyfti tungu betongelementini upp á pláss í bygninginum, sum verður bygdur upp í Hotel Hafnia á Áarvegi 12, har sum Marstein í sínari tíð handlaði við útvarps- og sjónvarpstólum.
Hotel Hafnia hevur átt bygningin seinastu árini, tó at hann hevur verið útleigaður til annað virksemi.
Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotel Hafnia segði við in.fo herfyri, at tey hava í fleiri ár havt ætlanir um at taka bygningin niður og byggja nýggjan bygning á staðnum. Tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd.
Talan er um bygning í fýra hæddum, sum skal nýtast til annað hotelvirksemi enn kømur. Har verða høli til matstovuvirksemi og fundarvirksemi.
Uppi á takinum verður ein stór takterassa, sigur hann.
Tað er byggifelagið Eysturlon, sum byggir, og arbeiðið skal vera liðugt til 1. mars í 2026.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##