Hotel Hafnia er eisini við

- Í Danmark er hópin av matstovum, men bert 300 eru viðmæltar í Den Danske Spiseguide. Tí eru vit errin av, at vit eru komin við hesaferð, sigur Rósa Maria R. Brodersen. Tá føroyskur loftmiðil í morgun kunnaði um, hvørjar føroyskar matstovur eru komnar við - og eru viðmæltar - í Den Danske Spiseguide fyri 2011, vórðu bert tríggjar matstovur nevndar, Glasstovan á Hotel Føroyum, Etika og Áarstova.

Men tað er ikki rætt, at føroysku matstovurnar í heftinum bara eru tríggjar í tali. Tær eru nevniliga fýra.

- Matstovan á Hotel Hafnia er eisini við, og tá vit kenna hetta sum ein stóran heiður, harmast vit um, at vit ikki eisini vórðu nevnd í hesum sambandi.

Tað sigur Rósa Maria R. Brodersen, samskipari á Hotel Hafnia, við Portalin.

Hon leggur aftrat, at tað eisini hevur stóran týdning fyri føroyskar rávørur, at fleiri føroyskar matstovur nú eru viðmæltar í heftinum hesaferð.

- Hetta er fyrstu ferð, at føroyskar matstovur eru komnar við, og tað merkir, at vit eru ikki langt aftanfyri aðrar matstovur í ríkinum, tá ræður um gastronomi.

Rósa Maria R. Brodersen heldur, at ambitiónsstøðið á føroyskum matstovum er hækkað, og hetta er ein orsøkin til, at fýra føroyskar matstovur nú eru vælmæltar í Den Danske Spiseguide fyri 2011.

- Í Danmark er hópin av matstovum, men bert 300 eru viðmæltar í heftinum. Tí eru vit rættiliga errin av, at vit eru komin við hesaferð - og vilja tískil heldur ikki detta burtur ímillum, sigur Rósa Maria R. Brodersen.