Hotel Klaksvig (KG)!? – Hatta man vera ein misskiljing

Arge 1/6-2026

 

åKG samsvarar ikki heilt við frælslynta tjóðskaparhugburðin hjá norðoyingum. Skipaskrásetingarstavirnir KG (Klaksvig), FD (Fuglefjord), TG (Trangisvaag) o.s.fr eru vónandi ein farin tíð, har danskt hevði ov stóran leiklut í Føroyum.

 

HOTEL FUGLEFJORD (FD), HOTEL TRANGISVAAG (TG)!?: Nei, tað høvdu fuglfirðingar og trongisvingar neyvan góðtikið í 2026!

 

TEAM KG!?: Nei, Tað hevði heldur ikki riggað nú á døgum.

 

KÁ: Nú mugu vit ikki gloyma, at bókstavurin ”ká” eitur ”ka” í norðoyum (ikki danskt ”kå”), so KK verður úttalað ”KAKA” har norðuri :-)

 

MISSKILJING?: Kanska er ”KG” misskilt. Onkur vil vera við, at KG sipar til ”Kristian í Grótinum” ella møguliga ”Klaksvíkar Gistingarhús”!

 

BLÍÐAN BYR!: Fari at enda við at ynskja stjóra, starvsfólki og samtakinum blíðan byr við nýggja hotellinum (KK)!

 

Við mál- og ferðavinnukvøðu

 

Eyðun á Borg