Triðja lagið frá eftirskúlanum Brúgvin

Nýggi sangurin setir spurningar, sum endurspegla avbjóðingarnar við eitt vegamót í lívinum

 

Næmingar á Brúnni, sum er eftirskúlin í Skálavík, hava aftur í ár arbeitt við at skriva tónleik saman við tónleikalæraranum, Jóhan O. Tausen. 

 

Lagið Vegamót snýr seg um støðuna í lívinum, har tú merkir, at tú skalt taka eina týðandi avgerð um, hvønn veg tú skalt fara.

 

Sangurin setir spurningar, sum endurspegla avbjóðingarnar við vegamótið, men hevur tó ein dám av vón fyri tí, sum stendur fyri framman.

 

Útgivið:

Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.) 

 

Lurta her:  

 

https://www.youtube.com/watch?v=8p0UjMfNmsw&list=RD8p0UjMfNmsw&start_radio=1