Nú Dimmalætting hevur avdúkað tvífalt so gott landskassaúrslit fyri 2011 enn væntað frammanundan, er uppáhildna grundarlagið undir verandi samgongu riðið undan. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, mugu svara, um teir vita minni um landsbúskapin enn Dimmalætting, ella teir tilvitað hava bygt sínar fíggjarkarmar á at mála skeiv og døpur tøl.
Tað setur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fram sum krav, nú Dimmalætting skrivaði mikudagin 3. apríl, at landskassaúrslitið fyri 2011 var meira enn tvífalt betri, enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 2011 varð løgd fram í desember 2010.
Roknað varð við halli á 538 milliónir krónur, men hallið var 258 milliónir krónur.
Í fíggjarkørmunum, sum samgongan legði fram 30. mars í ár, varð roknað við halli á 365 milliónir krónur í 2012 og halli á 250 milliónir krónur í 2013. Hetta hóast, at meira enn 120 milliónir krónur í eyka inntøku av kapitalvinningsskatti frá søluni av Havsbrún eru í 2012 í mun til 2011, tá hallið var 258 milliónir krónur.
- Tað vil siga, at tað sambært landsstýrinum sjálvum gongur heilt skeiva vegin í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Ikki fyrr enn um tvey ár, nærkast vit aftur úrslitinum fyri 2011. Eitt týðiligt prógv um, at kósin í 2011 var røtt, og at kósin aftureftir nú er bæði blóðskeiv og óneyðug, skrivar Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í skrivi sent miðlunum.
Tað var í 2011, at minnilutasamgongan millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin gjørdi avtalur við Tjóðveldi og Framsókn um nøkur mál - tildømis friðingar av ungfiski, Húsalánsgrunnurin, Búskapargrunnurin, Havrannsóknarskipið, íløgur í heilsuverk og bústovnar og tilfeingisgjald.
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu samgongu í november og sat við valdinum gott og væl 45 dagar í 2011.
- Antin hevur Dimmalætting størri innlit í røttu tølini fyri landsbúskapin enn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur havt beinleiðis tíðindafund fyri øllum Føroya fólki og málað eina heilt aðra mynd, ella hevur landsstýrið tilvitað roynt at fjala tølini fyri 2011, so samgongan á løgtingi kann samtykkja ógvusligan høgrapolitikk í framløgdu fíggjarkørmunum, áðrenn veruligu tølini koma fram, skrivar Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at sitandi samgonga hevur málað eina svarta og neyðarsliga mynd av búskaparstøðuni. Í fyrsta lagi fyri at hava bíligar umberingar at fara til Danmarkar eftir pengum, og í øðrum lagi at uppfinna grundgevingar fyri sínum grova niðurbrótingarpolitikki, sum Høgni Hoydal tekur til.
- Alt bendir á, at landsstýrið roynir at gera tølini ljótari fyri núverandi støðuna fyri seinni at royna at billa fólki inn, at teirra høgravendi politikkur hevur vent gongdini, skrivar Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
LESIÐ EISINI:
Edmund Joensen gevur samgonguni dumpikarakter
- Vit mugu ganga undan