Hoyrdi sum slatur at hann var valdur Løgtingið

Tá í tey vóru næstan liðug at telja atkvøðurnar saman, hevði John Johannessen mist vónina um at verða afturvaldur og fór sær ein langan gongutúr, tá ið hann hoyrdi sum slatur, at hann var afturvaldur

Tá ið tær flestu atkvøðurnar vórðu taldar upp eftir løgtingsvalið leygardagin, sá einki serligt út hjá javnaðartingmanninum, John Johannessen.

Og eina løtu sá so svart út, at hann hevði heilt mist vónina um at verða afturvaldur.

Tí fór hann sær ein langan gongutúr og tá hoyrdi hann sum slatur, at hann koppaði inn um tinggáttina kortini.

Men tað var ikki tí at hann ræddist úrslitið, at hann fór sær ein gongutúr.

- Vit eiga tvey smá børn og tað triðja er á veg og vit høvdu langt síðani gjørt av, at varð eg ikki afturvaldur, skuldi alt húskið bara fara niðan á Hotel Føroyar, har vit høvdu bílagt kamar, at hvíla okkum aftaná nakrar ótrúliga strævnar vikur.

John Johannessen sigur, at annars hevði hann væntað nakað av gestum, skuldi hann verðið afturvaldur og sum støðan er, vildi hann heldur leiga hølið í býnum enn at fáa fult hús av fólki heima við hús.

Tí hevði hann eisini bílagt sær bridgehúsið í Gundadali.

- Men tá ið eg so fekk at vita, at alt talaði fyri, at eg var fallin, fór eg mær bara ein langan gongutúr niðan á Hotel Føroyar og bað samstundis konuna pakka nøkur smáting í eina tasku og koma niðani við børnunum í bilinum.

Hann gekk so spakiliga fót fyri fót niðaneftir og hevði onki radiotól við sær, so hann visti onki um uppteljingina.

- Tá ið eg kom innum á Hotel Føroyum var tað fyrsta, sum eg hoyrdi, at maðurin í móttøkuni rópti til mín, at eg fekk nokk ikki brúk fyri kamarinum kortini, tí eg varð akkurát blivin afturvaldur í Løgtingið.

John Johannessen sigur, at konan kom so niðan eftir honum og so fóru tey oman aftur í skundi at fyrireika seg til at taka ímóti gestum.

Og gestum høvdu tey nógv mikið av, heilt til tann ljósa morgun.

Men nú er gerandisdagur aftur og samgongumøguleikar vil hann onki siga um enn.