Hóast H71 var stórfavorittur at vinna steypafinaluna í manshondbólti, so bilti stuðlinum einki, sum viðhaldsfjøldin hjá Neistanum gav sínum monnum.
Men tað er einki at liggja omaná, at tey í Hoyvík áttu størra partin av áskoðarafjøldini í Høllini á Hálsi í kvøld, tá ið H71 vann metstóran finalusigur ímóti Neistanum. Úrslitið var 28 – 12 eftir 13 – 5 í hálvleikinum. So dyggan sigur hevur einki lið áður vunnið í mansfinaluni.
Tað er góður møguleiki fyri, at H71 fer at vinna greipuna í manshondbólti. Í landskappingini er H71 topplið við 24 stigum, meðan KÍF er næstfremst við 20 stigum.
Tað plaga at vera bæði mansfinala og kvinnufinala sama dag. Soleiðis er tað ikki í ár. H71 kvinnurnar hava vunnið seg í finaluna ímóti Kyndli, og finalan er útsett, tí H71 í annaðkvøld fer at spæla á heimavølli í europeiskari kapping.
H71 er eisini topplið í landskappingini hjá kvinnum. Harvið er tað møguleiki fyri, at H71 kann vinna greipuna bæði í kvinnukappingini og manskappingini.
Í kvøld er fagnaður í Hoyvík yvir stórsigurin í finaluni hjá monnum, og í annaðkvøld fara hoyvíkingar aftur í Høllina á Hálsi. Tá vera allar Føroyar í parti við H71 kvinnunum, sum klokkan 20 fara at spæla ímóti Galychanka Lviv úr Ukraina í roynd at vinna seg í hálvfinaluna í europeiskari kapping.
Neistin – H71 12 – 28 (5 – 12)
Steypafinala fyri menn
Í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 19. februar 2022 kl. 18.00.
Neistin: Vladan Abramovic, Hanus Árason 2, Rói Haldansen, Rani A. Højgaard 1, August Ingi Öskarsson, Aleksander Lacok, Johannes Kragesten, Tróndur J. Kragesten 3, Felix Már Kjartansson 2, Rókur Árason, Finnur Hansson 1, John Rói Tórfinnsson 1, Jóhannes Bjørgvin, Ísak Vedelspel 1, Herbjørn Lava
Á beinkinum: Arnar Gunnarsson, Dejan Lacok, Rasmus Søby, Durita Rouch
H71: Ari Dam, Pauli Jacobsen, Sveinur Olafsson, Pauli Mittún 2, Pætur Thomsen 9, Djóni G. Joensen, Hans Kári Hansen, Sakir T. Frýdal, Jon S. Vilhelm 1, Pætur Mikkjalsson 1, Janus D. Djurhuus 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Poul Símun í Garði, Peter Krogh 5, Bogi Hansen 1, Óli Mittún 2
Á beinkinum: Simon Olsen, Petur Mittún, Jens á Skipagøtu, Ari Jógvansson