Huawei metúrslit hóast amerikanskt bann

Framgongdin á kinesiska marknaðinum telur upp í søluni hjá Huawei, sum hinvegin missur sølu aðrastaðni í heiminum

 

Kinesiski telerisin Huawei hevði framgongd í søluni í 2020, sum var við til at tryggja tað besta úrslitið nakrantíð.

Tað vísir ársroknskapinum sambært tíðindastovuni Reuters og AFP.

Umsetningur felagsins er seinasta árið vaksin við 3,8 prosentum til 8600 milliardir krónur.

Yvirskotið hjá Huawei er í 2020 hækkað við 3,2 prosentum til 62 milliardir krónur. Tað er hægsta yvirskot nakrantíð, skrivar AFP.

Huawei selur millum annað snildfonir, snildur, berbarar teldur og byggir mobilnet kring heimin allan – millum annað við nýggju 5GF tøknini.

Framgongdin í 2020 kemur millum annað av, at sølan hjá Huawei til brúkararnar er vaksin.

Tað er millum annað sølan av snildfonum, men eisini snildurum og berbarum teldum, sum hevur givið hægri inntøkur.

Innan mobilnetið hevur umsetningurin í 2020 ligið á sama støði sum í 2019.

Gongdin vísir vøksturin í Kina, og hinvegin av minni sølu í heiminum annars.

Gongdin í søluni uttan fyri USA skal síggjast í ljósinum av, at Huawei seinastu árini hevur verið í rættiligum ódnarveðri.

Huawei var í 2019 sett á svartalista í USA av táverandi forsetanum Donald Trump, sum legði kinesarar undar at vilja nýta 5G netið til njósning.

Tað eru ákærur, sum Huawei ferð eftir ferð hevur afturvíst.

Vøksturin í umsetningi í 2020 er minkaður munandi borið saman við árini frammanundan, sum hava havt vøkstur upp á umleið 20 prosent, skrivar Ritzau.

Eisini í Føroyum hava viðurskiftini kring Huawei verið umstrídd. Føroya Tele hevur útbyggingarætlanir við Huawei-tøkni, sum donsku stjórnini ikki dámar væl. Og júst í dag skuldi rættarmál vera, har Vinnumálaráðið hevði lagt fútabann móti Kringvaprinum at brúka eina upptøku av samrøðu millum Herálv Joensen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum og Helga Abrahamsen, landsstýrismann. Í upptøkuni kunnar Herálvur Joensen landsstýrismannin um, at kinesiski sendi harrin í Keypmannahavn, Fent Te, á fundið við løgmann, Jørgen Nicalsen og Jenis av Rana hevur lagt trýst á landsstýrið um at loyva Føroya Tele at nýta Huawei-tøkni, og at um landsstýrið forðar hesum, so kunnu tey gloyma alt um fríhandilssáttmála við Kina.

Vinnumálaráðið tók mánadagin stevningina aftur.