- Hugaligari at tosa um berghol enn veðurlagsbroytingar

- Tey ungu hugsa um hvørja planet, tey koma at arva og geva víðari, sigur Jóannes Eidesgaard

Seinastu nógvu fríggjadagarnar hava føroyingar savnast uttan fyri Løgtingið fyri at leggja trýst á politikararnar. Tey eru farin í veðurlagsverkfall, sum tað verður kallað, og í dag verður sætta veðurlagsverkfallið.

 

Reyði Krossur Føroya stuðlar veðurlagsverkføllunum á tí grundarlagi, at menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar eru orsøk til humaniterar kreppur kring heimin. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, fer at bera fram røðu til veðurlagsverkfallið í dag.

  

Hann meinar, at mann altíð kann taka veðurlagsbroytingar meira í álvara, enn mann higartil hevur gjørt. Hann hevur eitt boð uppá, hví veðurlagsbroytingar ikki hava verið ovast á dagsskránni í føroyskum politikki.

 

- Tað er kanska hugaligari at tosa um eitt berghol enn at tosa um ambitiøsar umhvørvisætlanir. Í politikki roynir mann ofta at finna tey tingini, sum eru mest appetitlig fyri veljaran, sigur hann.

 

 

 

Tey ungu skulu arva jørðina

 

Men nýggja bylgjan av umhvørvisáhugaðum ungdómi kann broyta, hvørjar raðfestingar politikararnir velja at gera, væntar Jóannes Eidesgaard, sum gleðist um, at tað unga fólkið í størri mun varpar ljós á umhvørvið í dag, tí meginparturin av fyrireikarunum og mótmælisfólkinum eru ung, eins og tað eisini er í líknandi veðurlagsverkføllum kring allan heimin í hesum døgum.

 

- Tað eru jú tey ungu, sum arva jørðina og umhvørvið frá okkum, sum undan eru farin. At tey ungu hava fokus á veðurlagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um, hvat tað er fyri ein planet, tey koma at arva og geva víðari. Tey gera sær tankar um, um vit sum samfelag veruliga gera alt tað, vit kunnu, fyri at tryggja, at heimurin verður í so góðum standi sum gjørligt í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard.