Richard Danielsen
----------
Ápostlasøgan er um fyrstu tíð samkomu Kristusar á foldum. Hon byrjar við, at Jesus fer til Himmals, og Heilagi Andin kemur niður og tekur bústað í teimum heiløgu. Ápostlasøgan sigur frá um tað, sum fer fram tey fyrstu árini. Hon sigur okkum hvussu ápostlarnir skiltu, tað sum Jesus hevði givið boð um, hvussu teir førdu tað út í lívið. Hon sigur okkum frá umvending Paulusar ápostul, og hvussu hann virkaði. Hon er tí ein áhugaverd bók at lesa og meir enn tað, hon er lærurík. Eg fari við Guds hjálp at skriva nakrar hugleiðingar um hana í 19 stuttum pørtum.
Lukas, sum hevur skrivað Ápostlasøguna hevur fyrst skrivað Lukasevangeliið, og skal eg endurgeva tey fyrstu versini har, tey vísa hvussu álítandi tað er, sum hann skrivar, tað er fult álítandi:
Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara - soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum - so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus, fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt. Luk. 1,1-4.
Hann tosaði við eygnavitni, sum høvdu livað saman við Jesusi, meðan hann var her niðri og livdi sítt jarðarlív, og ransakaði gjølla alt av fyrstu tíð. Avtrat hesum kemur so tað, sum allar stórsta týdningin hevur, hann er innblástur av Anda Guds. Tí er eisini Ápostlasøgan fult álítandi.
Hann byrjar Ápostlasøguna við at siga frá, at hann hevur skrivað “hina fyrru bókina”, sum hann kallar hana, har hann hevur skrivað um lív Jesusar. Síðani skrivar hann um, hvussu Harrin Jesus,eftir at hann var risin upp, hevði víst seg livandi við mongum prógvum og í 40 dagar læt teir síggja seg og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. Eitt, sum hann gav teimum boð um var, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – “sum tit”, segði Hann, “hava hoyrt Meg tala um”.Hann lovar so teimum, at teir skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir. Hetta skal geva teimum ta kraft, sum skal til fyri at verða vitni hansara.
Síðani hendir nakað sera sjáldsamt og dýrabart. Jesus verður tikin frá teimum, hesaferð hvørvur hann ikki bara, tað hevði hann gjørt frammanundan. Tað var soleiðis, at Jesus opinberaði seg fyri lærisveinum sínum, eftir at hann var risin upp frá teimum deyðu fleiri ferðir. Hann kom og stóð ímillum teir knappliga og hvarv so aftur, men hesaferð síggja teir hann fara upp gjøgnum luftina, til eitt skýggj tók hann burtur úr eygsjón teirra.
Síðani standa tveir menn í hvítum klæðum hjá teimum og siga teimum, at Jesus skal koma aftur á sama hátt, sum hann fór til Himmals.
Hetta er tað, sum samkoman, børn Guds bíða eftir skal henda. Vit vænta hetta at hann skal koma niður í luftina, og vit skulu verða rykt burtur í skýggjum at møta honum í luftini. Paulus sigur tað soleiðis í 1. Tessalonikabrævi 4,16-18.
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.Troystið tá hvør annan við hesum orðum!
Framhald.