Gordon Ejdesgaard
búskaparfrøðingur
???????????????
Í seinastuni hava vit upplivað nógv kjak um m.a. kreppu, skattalætta og uppsparing. Kundi hugsað mær at nomið við hetta og almennu umsitingina generelt.
Scenario politikkur/ fíggjarpolitikkur
Fyrst er at siga, at nú ein sokallað kreppa er ella er á veg, so vil landsstýrið vísa síni evnir sum leiðsla og royna at føra ein fíggjarpolitik, sum í mest møguligan mun kann bøta um støðuna. Alt gott um tað. Tað hevur verið góður skikkur at føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk í krepputíðum. Hetta merkir stutt sagt, at landskassin t.d ger munandi íløgur, nú tað privata heldur aftur ella er farið á húsagang. Endamál-ið er at halda hjólini koyr-andi, til nýggir møguleikar vísa seg innan tað privata økið. Men hetta krevur sjálvandi fígging. Antin við at landskassin t.d. nýtir egnan pening, ella við at taka lán.
Nú vísir uppskotið til fíggjarlóg komandi ár eitt fitt hall. Og landsstýrið hevur harafturat lovað skattalætta. Men Sam-haldsfasti fer avstað við skattalættanum. So har er eingin skattalætti hjá borgarunum. Í botn og grund eitt sammensurium av einari politiskari semju í landsstýrinum. Skal hesin fíggjarpolitikkur takast í álvara, so eigur ein frágreiðing at fylja við. Antin førir landsstýrið ein ekspansivan fíggjarpolitik ella ikki. At senda ein hóp av fólki inn á ALS er bert at skapa eina kreppu. Men so sleppur landsstýrið undan at gjalda í fyrstu atløgu. Ein hurlivasa av einum ekspansivum fíggjarpolitikki sum semja er um í landsstýrinum, kann ikki annað enn undirgrava álitið til alt landsstýrið.
Og sum um tað ikki er nokk. Sokallaði skattalættin er bert umleið kr. 60 mió ( seinni um tær 100 mió). Landsstýrið gevur fólki ein skattalætta uppá 60/100 mió kr. soleiðis at fólk (sambart Jørgin Niclassen) kunnu fara í gongd við at fáa hjólini at mæla! Leingið livið íløgur fyri kr.60 ( hovsa 100 mio.). Jamen, kr. 60/ 100 mió. kr. er bert ein avrund-ing á fíggjarlógini (ella ein roknifeilur). Tosaðu vit um kr. 200 mió í skattalætta og ikki blandaðu samhaldsfasta uppí, ja so tosaðu vit um reellan fíggjarpolitikk.
Tað er jú at halda fólk fyri tað turra spott. Serliga tey sum forvinna lítið og einki og so pensiónistarnir. Og at brúka skattastigan sum umbering til at geva sær sjálvum ein eyka túr til Spanien er ein vánalig umbering. Tey sum forvinna mest fáa mest! Hvar er ideologiin Jóannes?
Tað ringasta, sum kann henda í okkara skroypiliga fólkaræði, er, at vit gerast leidd við politisku leiðslu okkara. Missa vit trúnna uppá leiðsluna er vandi á ferð. Tað er ikki tað, at politiska leiðslan ger feilir - tað gera vit øll. Men tá leiðslan tvíheldur um vánaligu loysnir sínar, og ikki vit lurta eftir serfrøðingunum, ja hvat verður so tað næsta? Sum er, gravar landsstýrið sína egnu grøv við einum búskaparpolitikki eingin annar enn landsstýrið heldur vera í lagi.
Hví ikki siga sum er, at úrslitið er eitt sera vánaligt kompromis í Nesinum? Eitt so vánaligt kompromis skuldi verið steðgað, áðrenn tað kom so langt, sum tað er komið. Tað hevði verið nógv frægari, um uppskotið ongantíð kom á borðið, men at bíðað varð til eitt meira realistisk uppskot kundi verið lagt fram Eitt uppskot, sum hevði við ein reellan fíggjarpolitikk og grundaðar sparingar at gera.
Scenario skrall
Nú er tó væl hugsandi, at bæði skattalættin og Samhaldsfasti og sparingarnar -les uppsagnirnar - eru liður í einari heilt aðrari og nógv størri ætlan. Tað er hugs-andi, at Finanstilsynet hevur givið eitt vink til donsku myndugleikarnar um støðuna her heima. Vanligt er, at Danmarks Nationalbank eisini plagar at hava ein leiklut í hesum - og natio-nalbankin hevur júst úttalað seg. Og Nationalbankin hevur tað við at balla formuleringarnar inn.
Men hóast hetta so er bankin bersøgin tá tað kemur til: Kvartalsoversigt 3. kvartal: Den økonomiske situation på Færøerne. Fylgjandi citat eru úr frágreiðingini:
Citat "?og af de fleste husholdningers og virksomheders økonomi, er der ikke tegn på, at afmatningen udvikler sig til en krise af samme omfang som i begyndelsen af 1990?erne.
Sagt verður at kreppan ikki hevur somu tyngd sum fyrra kreppan. Tað, sum kan undra, er, at undir fyrru kreppuni fóru Føroyar fallit og undir umsiting. Eru Føroyar næstan á somu kós sum í 1990?unum og kanska á veg undir umsiting? Er tað ikki álvarsamt nokk? Og víðari verður sagt:
Citat: "Statistikgrundlaget til vurdering af den færøske økonomi er begrænset, og dele af statistikken er behæftet med en betydelig usikkerhed."
Samanhalda vit bæði citatini, so verður kanska ikki so galin endi. Tó við tí fyrivarni, at hagtølini, sum liggja til grund, kanska ikki skuldu verið nýtt. Tað merkir, at tað kann ganga betri, men eisini verri.
Mín viðmerking er tíverri henda til journalistarnar: Sanna myndin av búskaparligu kósini er eisini at taka "worst case scenario" við.
Føroya Banki og Føroya Sparikassi standa fyri meginpartinum av lánunum til alivinnuna. So her skulu møguliga innkasserast i tap ( bankin hevði avsett kr. 110 mió í 2003. Í sama tíðarskeiði hevði Sparikassin burturleggingar v.m uppá kr. 320 mió.). Spurningurin er so um hvat peningastovnarnir skulu avseta fyri 2004? Viðv. alivinnuni er tað ringasta av fyri peningastovnarnar.
Men fráboðaðu sparingarnar fáa sína ávirkan á sethúsamarknaðin.
Sethúsaprísirnir vilja óivað um stutta tíð vísa seg at falla. Teir kunnu ikki annað. Hygg t.d. eftir søluprísunum hjá t.d. INNI P/F: órealistisk høgir prísir. Og- fella sethúsaprísirnir, ja so skal avsetast enn meira hjá Føroya Banka og Sparikassanum - alt annað líka.
Møguligar avsetingar krevja, at raksturin hjá peningastovnunum skal rationaliserast - so eisini her skal møguliga sparast. Peningastovnarnir kunnu ikki rekast við halli í longri tíð. Og tó: Hvørki Bankin ella Føroya Sparikassi kunnu fara á húsagang, sambart Egil Mølgaard fyrrverandi stjóra á Fíggjareftirlitinum. Stovnarnir hava ov stóran týdning sum fíggjarkervi í samfelagnum til at teir kunnu fara.
Arbeiðsloysi, sum er sett í verk, er bert møguliga byrjanin til eitt framprovokerað skrall. Kanska sett í verk eftir lærupeningin frá 1990?unum?
Her er annars vert at bíta merki í, at tað er ikki óhugsandi, at vit í løtuni uppliva ein feril av tí sum nevnt verður " sjálvuppfyllandi profeti". Tess meira landsstýrið tosar um kreppu, tess meira varin gerast øll við t.d. at nýta pening, við tí úrsliti, at privatnýtslan minkar. Hetta er m.a tað, sum hendir í Havnini í løtuni.
Endaliga úrslitið skuldi helst ikki enda við, at vit bert fáa fíggjað nýgga vinnu, um landskassa veðhaldið verður kravt vegna manglandi lønsemi í vinnuni. So eru vit aftur í 1970'unum við studning og veðhaldum. Men legg til merkis til snildisliga orðið: afturbering- rættað orðið er studningur.
Scenario Sparingar
Eitt annað mál eg kundi hugsað mær at nomið við er sparingarnar. Enn einaferð síggja vit at landsstýrið ikki hevur ein politikk. Á enskum verður hesin arbeiðsháttur nevndur: "the science of muddle through" ella tað at hutla seg til eina loysn. Eitt fyribrigdi, sum verður nýtt, tá leiðslan ikki kann annað enn gita seg til, hvat skal henda í morgin. Var talan um eitt privat virki, so var trupulleikin privatur. Men her tosa vit um landsstýrið.
Miðfyrisitingin skal spara. Tað er óivað gjørt út frá einum roknistykki, sum vísir, at har eru ov nógv fólk í mun til uppgávurnar, ella at pengarnir ikki røkka. Hetta er sjálvandi uppgávan hjá leiðsluni at meta um. Hetta eigur ikki at koma uttan ávaring, men er ein uppgáva sum m.a. starvsfólkadeildin saman við aðalstýrunum eisini átti at tikið sær av leypandi. At siga at nú skal sparast innan allan sektorin er púrasta burturvið. Sjálvsagt hava aðalstjórarnir eisini eina uppgávu her. Tað kann ikki vera meiningin, at teir skulu bíða til boð koma frá løgmanni um at taka plenuklipparan fram. Og so uttan himpr at fara til arbeiðis. Fyri tað fyrsta er hátturin uttan hugflog. Harnæst er ein gererel sparing eitt beinleiðis tekin um, at leiðslan ikki veit, hvar veruliga kann og eigur at verða spart. Tískil skal sparast allastaðni! Eitt fyrimyndarligt dømi um hvussu ein ikki eigur at gera.
Hugsað sær til eitt privat virki, sum hevði gjørt tað sama. T.d. eitt flakavirki/ trolari sum sendi góðskumetaran til hús tí sparast skuldi. Ein og hvør kann síggja, at verður skorið um ein kamb, so er tað tí ein ikki veit, hvat eigur at verða gjørt. Ella hava vit kanska enn einaferð eitt kompromis? Semja um at hutla seg til eina umsiting eingin er nøgdur við? Hvørki leiðsla, starvsfólk ella kundar hjá tí almenna? Jamen hvar er sparipolitikkurin? Kann tað vera rætt, at gandatalið 10% er rætt? Allastaðni innan umsitingina? Neyvan. Her er landsstýrið svar skyldugt. Hvør hevur ábyrgdina og hvør tekur avgerðina?
Scenario umsitingin
Einki er at ivast í, at almenna umsitingin er óhóskandi til føroysk viðurskifti. Havi seinastu 6 árini arbeitt í Grønlandi innan umsiting og undirvísing í búskapi. Mangan havi eg nýtt amerikonsku kanningina av grønlenska monopolfelagnum Grønlandsfly. Uppgávan var at meta um bygnaðin/ organisatiónina Grønlandsfly, og í hvønn mun hon var hóskandi til grønlendsk viðurskifti. Niðurstøðan hjá kanningarnevndini varð, at organisa-tiónin var sera væl designað. Sera væl egnað til eitt flogfelag. Men til eitt flogfelag við umleið 200 flogførum!
Trupulleikin var m.a., at arkitektarnir, sum teknaðu bygnaðin ikki kendu lokalu viðurskiftini nóg væl,og valdu so eina lætta loysn- eitt kopi.
Tá eg sum fíggjarstjóri í Upernavik kommunu ( síðsta kommunan áðrenn Qaanaaq/ Thule í Norðurvestur-grønlandi) sá uppskotið hjá Finn Norman Christensen á sinni, gjørdist eg bæði bilsin og skelkaður. Hansara uppskot, sum varð góðtikið av Føroya Landsstýri, var eitt avrit av bygnaðinum hjá Upernavik kommunu. Og tann bygnaðurin er eitt avrit av teimum DONSKU kommununum! So nógv fyri sjálvstøðugar tankar og fantasi hjá landsstýrinum. Tað F.N. Christensen fekk 1 mió. kr. fyri kundi landsstýrið fingið frá undirritaða fyri kr. 4,75. Og so annars latið egnu umsiting loyst egnu bygnaðarbroytingar. Undanførslan at best er at fáa konsulentar uttanífrá at loysa uppgávuna, hetta fyri innanhýsis frið skyld, er bert ein vánalig umbering. Kann eitt privat virki loysa sínar uppgávur av slíkum slag, so kann tað almenna gera tað sama. Tað er bert ein spurningur um vilja og hava mót til eina avbjóðing.
Tað er ein grov undirmeting av okkara vælútbúna fólkið innan umsitingina, at innflyta vitan av hesum slag. Føroysk undirbrotligheit so tað syngur í.
Mín niðurstøða er, at vit hava vælútbúgvið fólk innan umsitingina. Fólk, sum hevur neyðuga førleikan at loysa uppgávurnar. Trupulleikin er, at vit hava leiðarar - alt ov nógvar semi - sum ikki síggja loysnina ella ikki vilja síggja loysnina.
Arrogansan kemur týðiliga til sjóndar, tá eitt nú Kristian Magnussen, løgtingsmaður, í sjónvarpð-inum sigur seg ikki trúgva tí, sum ráðgevararnir siga. Sjálvandi kann Kristian Magnussen siga hetta, men so skal ein grundgeving til. Bert at vera betri vitandi gevur ikki meira enn 03. Tað er fyri atburð og so er innihaldið ikki tikið við. Sama er galdandi fyri Bjarna Djurholm, landsstýrismann. At alivinnan liggur í andaleypi fyri ikki at siga tað, sum verri er, er eisini orsakað av mangl-andi vinnupolitikki. Um ein vil ella ei.
Júst teirra máti at royna at rættvísgera feilirnar uppá er bæði pínligt og skaðiligt. Føroya fólk hevur lisið søguna um nakna keisaran. Eitt sindur av eyðmýgd hevði nú klætt høgu harrunum betur.