Hugleiðingar um fiskivinnu

Nú fer tíðin at styttast til, at øll loyvir til at fiska renna út. Tað varð samtykt í 2007, og enn er ikki greitt, hvat skal koma í staðin. Allir teir, sum ætla sær at leggja planir fyri, hvussu teir skulu skipa seg, bíða við at gera íløgur og annað, tí so leingi fortreytirnar eru ókendar, ber ikki væl til at gera ætlanir, og eingin avgerð verður tikin um íløgur. Tessvegna hendir einki nýtt á hesum økinum.  

 

Nú er so politisk ætlan um at leggja nýggjan fiskivinnupolitikk fram, sum skal avloysast av einum nýggjum á komandi nýttári. Tað í sær sjálvum er sera merkiligt: At hava eina skipan í eitt fjórðingsár, og so koma við eina aðrari. Enn er einki likið út um, hvat skal koma nú fyrsta dagin, og heldur ikki, hvat skal koma á nýttárinum. Harvið er eingin planlegging fyrrenn í fyrsta lagið komandi 1. január. 

 

Hvussu verður nýggja skipanin? 

 

Hava vit eina hilling á, hvat fer at koma? Sagt verður, at nú skal skipast soleiðis, at øll sleppa framat.

 

Hvussu ger man tað? Um ikki nøkur ávís skulu peikast út, so má gerast soleiðis, at øll hava sama møguleika, og tað kann t.d. vera so, at tað er eitt ávíst tal av loyvum, sum vera galdandi, og so kunnu øll royna at útvega sær eitt ella fleiri. Tað er náttúrligt, at ein landsins myndugleiki hevur tað um hendi. So er tann stóri spurningurin: Hvør fær loyvi? Har mega so vera nøkur kriteriir fyri at fáa loyvi. 

 

1.                   Skal tað vera tann fyrsti, sum biður um tað, og so tann næsti (først til mølle...). 

2.                   Skal viðkomandi hava havt loyvi fyrr,  

3.                   Ella skal hann júst ikki, tí hann hevur fingið sín part av køkuni?  

4.                   Skal hann hava eitt fiskifar klárt, ella játtan um, at hann kann fáa tað?  

5.                   Ella skal hann hava ávísa útbúgving, ella ávísar royndir innan økið?  

6.                   Skulu loyvir verða givin fyri einki, ella skulu tey hava ávísan prís, ella skulu tey seljast      til hægstbjóðandi?  

7.                   Skal vera avmarkað, hvussu stórar og máttmiklar tær fyritøkur ella teir persónar eru,  sum kunnu luttaka?  

8.                   Skulu útlendingar avmarkast, hvussu teir kunnu vera við? 

 

Um vit siga, at tann, sum fyrstur er at søkja, fær fyrsta rættin til tað, hann biður um, so kann tað kallast “rættvíst”, men hvussu verður tað af handfara? Neyvan er tað lætt at handfara. Eg vænti ikki, tað fer at bera til. 

 

Fyri tað næsta: Skal ein hava havt loyvi fyrr? Um tað verður galdandi, so kann eingin nýggjur koma inn, og er ætlanin, at aðrir skulu fáa atgongd, so ber tað ikki til. 

 

Fyri tað triðja: Skal ein ikki hava havt loyvi fyrr, so missa vit persónar og fyritøkur við nógvum royndum á økinum, og tað er óheppið. 

 

Fyri tað fjórða: Skal ein hava eitt fiskifar klárt ella játtan uppá, at hann kann útvega sær eitt far til endamálið? Tað kann vera ein fortreyt, sum skal uppfyllast. Tað krevur so far ella kapital. 

 

Fyri tað fimta: Skal ein hava ávísa útbúgving ella royndir á økinum? Fyri at fáa mest møguligt burturúr er best, at viðkomandi veit nakað um at reka fiskiskap skynsamliga, so tað kann vera skilagóð fortreyt. 

 

Fyri tað sætta: Skulu loyvir verða latin ókeypis, hava ávísan prís ella latast til hægstbjóðandi? Um tey verða latin ókeypis, verður skjótt at avseta tey loyvir, sum tað sær best út fyri at tjena væl í løtuni, men í fiskivinnu kunnu viðurskiftini broytast nógv. Har tað ikki í løtuni sær út til at fáast nakað serligt burturúr, koma helst at liggja eftir. Skal tað góðtakast, ella skal verða roynt at avseta tey eisini? Samfelagsliga kann tað vera rætt at fáa tann fiskin við. Vit vita, at t.d. upsi hevði neyvan verið veiddur og havt tann týdning í dag, um ikki upsaveiðan hevði verðið stuðlað í sínari tíð. Tað vil siga, at prísurin fyri loyvini kann vera ymiskur. Skal tað so kanska verða soleiðis, at loyvini verða seld á uppboði til hægstbjóðandi? Um so skal vera, so verða tað tey sterkastu, sum koma framat, og helst eingin annar, men tað ljóðar, at tað verður ikki politiskur vilji til tess. 

 

Fyri tað sjeynda: Hvussu skal avmarkast, at loyvishavarir ikki verða ov sterkir, so teir kunnu “dominera” eina vinnu? Vit vita um “antitrust” lógir aðrar staðir, so tað kann hyggjast eftir, hvussu tær virka, men har skal ansast eftir, at tað ikki gongur út yvir, at fyritøkur sleppa at planleggja rationelt fyri at effektivisera seg. Tað er neyvan lætt at ansa eftir. 

 

Fyri tað áttanda: Hvat við útlendingum? Tað verður ofta havt á lofti, at mangastaðni koma útlendingar at gera íløgur í einum landi. Teir drena møguleikarnar eina tíð, so ríma teir aftur, og landið hevur fingið lítið burturúr, og kanska umstøðurnar aftaná eru bert verri, tí gagnnýtingin hevur verið yvirdrivin. Hetta er óivað so mangastaðni, og tí eigur at ansast eftir hesum, serstakliga har tað er høvuðsvinnan í landinum, sum talan er um. Tað er torført at sleppa undan “strámannavirksemi”, men tað eigur at roynast. Ofta hava slíkar fyritøkur eina søludeild ella eitt sølufelag, har møguligt yvirskot fer í. Eitt slíkt sølufelag eigur at hava heimstað í landinum, har tað virkar, og verður skattað har. 

 

Táið hetta alt er sagt, so kann sigast, at tað ikki er lætt at stýra einari fiskivinnu á skilabesta hátt. Óivað er best at at hava ta skipan, sum er galdandi, og tillaga hana so væl sum møguligt til júst tíðina, sum er nú. Hon má eftirkannast javnliga, t.d. fimta hvørt ár, tí umstøðurnar broytast alla tíðina. 

 

Fiskastovnar. 

 

Vit hava nú í fleiri ár veitt umleið 100.000 tons av botnfiski og 400.000 tons av uppsjóvarfiski við Føroyar. Og tað sær út til, at tað er tað, vit kunnu veiða undir Føroyum. Hetta talið svingar sjálvandi nakað, men tað liggur har um. Kunnu vit økja um hetta talið? Tað kunnu vit kanska, men vit hava fingið meira og meira fyri hesa vøru, so tað gongur rætta vegin. 

 

Tað verður sagt frá fiskifrøðini, at vit eiga at minka um veiðina, serstakliga eftir nøkrum botnfiskasløgum, tí vit yvirfiska tey. Fiskifrøðin skal siga, hvat er best fyri, at stovnarnir eru so stórir sum møguligt, og ikki hvørjar fylgjur, ið avmarkingar kunnu hava fyri partar av samfelagnum. At skerja fiskidagar t.d. 30% kann gera, at tað loysir seg ikki at fara út at fiska, og harvið skerjir man 100%, sum tó ikki var tilætlað. Vit nærkast einum punkti, har hetta kann henda. Tá kann tað vera, at tað er gott fyri fiskin, men ikki fyri teir, sum royna eftir honum. Vit skulu eisini minnast til, at vit ikki eru førir fyri at byggja ein fiskastovn upp, tí tað eru viðurskiftir í sjónum, sum vit ikki hava tamarhald á enn. Fiskifrøðingar sjálvir siga nú, at føðin til fiskin í sjónum hevur størri ávirkan á stovnarnar enn veiðan. Tí eigur ikki bert at lurta eftir fiskifrøðini, men eisini taka atlit til onnur viðurskifti. 

 

Stongdar leiðir 

 

Eitt annað, sum forsømt verður frá politiskari síðu, er at fylgja við økjum, sum stongd eru fyri veiðu. Tað eru øki, sum hava verið stongd í áratíggjur, uttan at kanna nóg væl, hvør ávirkanin hevur verið. T.d. hevur eitt øki verið stongt norðanfyri, tí upsin, sum har fekst, var ov smáur, so hann skuldi sleppa at vaksa seg stóran, men hann er smáur enn, hóast økið hevur verið stongt eini 30 ár. Tað merkir, at upsin er har, meðan hann er smáur,og fer aðrar staðir, táið hann verður størri. Hetta sæst aðrar staðir, ikki bert við Føroyar. Føroya Banki er annað dømi um friðing, sum onga meining hevur. Hann hevur verið friðaður fyri troling síðani 1984, og har er framvegis eingin toskastovnur, bert nakrir fáir fiskar, verður sagt frá Havstovuni. Tað hava verið stongd økir eystanfyri Nólsoynna og vestur úr Mykinesi í mong ár. Nú hevur verið royndarfiskað við partrolarum við skiljirist, og uttan rist fyri at kanna, um tað ber til at fáa nakað av størri fiski og sleppa undan tí smáa, og hetta eydnaðist rættiliga væl. So skuldi ein trúð, at so helt royndin fram, men eg hoyri einki til, at tað verður gjørt. 

Eg haldi, at tilráðingin frá ICES er ikki altíð so røtt fyri Føroyar, partvís tí teir gera tilráðingarnar, sum um vit hava eina kvotuskipan, meðan vit veiða sambært fiskadagaskipan. Eg kann taka eitt dømi um tilráðingina til upsaveiðina frá ICES. Frá 1978 til 2006 (29 ár) lá tilrádda veiðan eftir upsa við Føroyar næstan øll árini undir tí, sum varð fiskað. Eftir tí skuldu vit havt niðurfiska stovnin í stóran stíl, men tað bar til at fáa somu nøgdina hvørt ár. Vit skuldu sambært ICES havt fiskað umleið 10.000 tons minni hvørt ár, og høvdu harvið fingið tað minni í inntøku. Um vit høvdu fingið meira tey seinni árini, um vit høvdu havt fiskað minni tey fyrru, ivist eg í. 

 

Tað verður framvegis rátt til at avmarka útróðrarflotan. Eg haldi uttan at vita tey neyvu tølini, at hann er minkaður niður í ein lítlan part av, hvat hann var fyri nøkrum árum síðani. Eg haldi, at tað hevði verið forsvarligt at sloppi útróðrarflotanum næstan undan avmarkingum, tí so fáir eru eftir, og hvussu nógvir tíma at halda fram við útróðrinum við tí samfelagi, vit hava í dag?! Onkur sigur, at hvat so, táið nógvur fiskur verður at fáa, so loysa nógvir og fiska alt ov nógv. Lat teir fiska, tí so fáa nøkur væl burturúr eina tíð, og táið minni er at fáa, so halda teir uppat. Eg haldi, tað hevði regulera seg sjálvt. 

 

At enda vil eg siga, at fiskimenn vita skjótari, hvat fyriferst á fiskigrunnunum enn fiskifrøðingar. Teir seinnu arbeiða eftir langtíðar málistokki, sum kann vera gott, men fiskimenn hava brúk fyri at laga seg eftir viðurskiftunum, sum eru galdandi her og nú. 

 

Og so haldi eg, at politikkarnir eiga at stinga út í kortið, hvussu teir vilja, at fiskivinnan verður rikin, og so lata embætisfólkið kanna eftir, hvussu politisku ætlanirnar kunnu gjøgnumførast, og ikki umvent. 

 

Olaf Olsen, Glyvrar