Sera nógv avfall á vegnum í Leirvík

Løgrelgan heitir á fólk um at vera sera varin á vegnum millum tunlarnar í Leirvík

Tað regnar sera illa, og í Leirvík er komið so nógv avfall á vegin, at tað rennur illa frá. Stórir hyljar eru á vegnum. Tilbúgvingin í Eysturkommunu og løgreglan heita tí á bilførarar um at koyra varliga á strekkinum frá rundkoyringini í Leirvík móti Norðoyatunlinum. 

Sera nógv vatn er savnað á vegastrekkinum.