Hugnakvøld í Skálavík

Leygarkvøldið verður skipað fyri hugnakvøldi í Skálavík. Bussar koyra til Skálavíkar úr øllum bygdum í oynni - og heimaftur ókeypis, siga fyrireikararnir

Eli Hentze


Nú leygarkvøldið 23. januar kl. 20.00 verður hugnakvøld í Skálavík.

Tey, ið skipa fyri eru: Dansigaman, Leikum Fagurt og Stígum Fast. Hetta er 4 árið í slag, at skipað verður fyri hesum altíð væleydnaða hugnakvøldi, ið savnar ung sum gomul úr allari oynni at dansa bæði eingilskan og føroyskan dans.

Hugnakvøldið byrjar við einum borðhaldi, har borðreitt verður við heitum mati. Tá ið bitin er fingin niðurum skal dansast. Lagt verður fyri við føroyskum dansi.

Fyrireikararnir vænta og vóna at síggja nógv fólk í Skálavík leygarkvøldið. Bussar koyra til Skálavíkar úr øllum bygdum og heimaftur ókeypis, siga tey, ið skipa fyri.

Hugnakvøldið kostar 100 kr. So er bert eftir at heita á sandoyingar um at finna ballklæðini fram og halda leiðina eystureftir leygarkvøldið.