Í dag er tað allahalgannaaftan ella Halloween. Hetta er dagurin, har fólk kring allan heimin meta, at tað er í lagi at kløkkan onnur, at gerast bangin, loypa ræðslu á og ikki minst at síggja vakurleikan í deyðanum og tí makabra. Heima hjá mær á Signabø er tað eisini við at gerast siður at halda árliga halloween veitslu. Leygarkvøldið var tað 4. árið á rað at vit skipaðu fyri slíkari veitslu.
Eins og undanfarin ár, var tann skapandi Laila av Reyni mín viðvertir. Eg og Laila taka bæði undir við slagorðinum um, at “more is more and less is a bore”, og tí hóskar henda oldgamla keltiska siðvenjan væl til okkum bæði. Hetta er enn ein góð orsøk at nýta okkara skapandi evni. Ein umbering fyri at sleppa at lata heimið og okkum sjálvi í øðrvísi ham. Eitt kvøld har vit kunnu vera júst tey, sum vit hava hug til at vera. Eitt kvøld einans. Eitt kvøld, har vit ikki halda okkum aftur, men nøkta allar okkara sansir.
Í ár vóru umleið 40 fólk boðin við til veitsluni. Flestu gestir kendu ikki hvønn annan áðrenn leygarkvøldið. Tað einasta tey høvdu í felag var, at teimum dámdi væl at lata seg í grýluklæðir. Hetta eru fólk, sum ikki ræðast hvat onnur hugsa ella halda, men velja at liva lívið fult út
Tað eru uttan iva fleiri føroyingar, ið halda lítið um eina slíka halloween veitslu, men tað eru tíbetur enn fleiri føroyingar, sum duga væl at síggja virðið í at seta litir á gráa gerandisdagin á henda hátt. Eg haldi henda hátíðin fyllir væl tómrúmið millum summar og jól. Eg meti somuleiðis, at tað er sera týðandi fyri lívsgleðina, at vit ikki altíð taka okkum sjálvi ov hátíðarliga. Tað gjørdi vit ikki leygarkvøldið.
Halloween er oldgomlu keltisku siðvenja, har folk í øldir hava minst tey deyðu allahalgannaaftan. Við tíðini hevur siðvenjan eisini fingið kristnan ham, og ikki minst ein handilsligan ham. Leygarkvøldið fekk Signabøur vitja av fleiri andstyggiligum og argiligum klovnum, Día de Muertos beinagrindum, He-Man, pakistanskum maharaja, herviligum voodoo heksum og gandakallum, Peter Pan, hópsdrápsmonnum og enntá einum Ebola lækna á náttarvakt.
Kvøldið endaði í Sirkus, har ársins halloween grýla skuldi finnast. Vinnarin gjørdist Janus Gunnarsson, sum var ílatin sum ein óhugnaligur og ótespiligur klovnur, ið eisini eru háaktuellir í hesum døgum.
Myndir: Veingir, Myndaboks og Eiler Fagraklett.