Í dag, kristi himmalsferðardag millum klokkan 14 og 17, bjóðar Føroyska Sjómansmissiónin sjómansfamiljum til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.
- Her verður høvi at grilla mat, sum familjur hava við sær, á grillini hjá Leguhúsinum. Møguleiki verður at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátunum.
Sjómansmissiónin sigur, at familjurnar hava ábyrgd av børnunum, meðan tey eru á økinum hjá Leguhúsinum.
- Bjóðað verður te og kaffi, og endað verður við bøn og sanginum, "Gakk tú tryggur fram við góðum treysti”.
Føroyska Sjómansmissiónin leggur aftrat, at allar sjómansfamiljur eru vælkomnar til hugnaløtuna við Leguhúsið í Nesvík, sum verður seinnapartin í dag.










