NSÍ liggja í verandi løtu á odda í Vodafone Deildini, men tað er ikki nakað, Pauli Poulsen hugsar so nógv um.
- Vit hugsa ikki so nógv um, hvar vit liggja, vit royna bara at vinna okkara dystir, segði hann, og ljóðaði ikki sørt sum Óli Hansen, liðskipari, sum gjøgnum alt 2007 tosaði um ein dyst á gangin.
Pauli Poulsen metir somuleiðis, at NSÍ vóru betra liðið tað mesta av dystinum og fegnast, at liðið megnaði at spæla so væl.
Karoly Potemkin hevur higartil fingið fimm mál í ár, og hetta fegnast venjarin um.
- Hann hevur havt nakrar góðar dystir, og kemur helst at hava nakrar afturat, segði Pauli Poulsen.