MENTAN
Ætlanin um norðurlendska miðdepilin á Den Grønlandske Handels Plads í Keypmannahavn, Norðurbryggjan sum depilin eitur, er komin enn eitt stig longur. Arkitektafelag Føroya boðar nú til almenna hugskotkapping, har føroyski parturin av Norðurbryggini skal innrættast.
Norðurbryggjan er verkætlan um eina felags grønlendska, íslendska og føroyska umboðs- og mentanarmiðstøð. Danski staturin hevur latið verkætlanini 7000 fermetra stóra pakkhúsið frá 1763, sum verður mett til 40 mió. krónur, á Den Grønlandske Handels Plads við teirri treyt, at nevndin fyri verkætlanina megnar at útvega restina av peninginum, sum verkætlanin kostar. Fyrst í hesum árinum kunngjørdi forkvinnan í nevndini, Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti í Íslandi, at verkætlanin er tryggjað búskaparliga og at hon nú hvílur í sær sjálvari. Hetta kemst av, at grunnurin hjá A.P. Møller,?A.P. Møller og Hustru Chastine Mærsk-McKinney Møllers Fond til Almene Formaal?, hevur játtað verkætlanini 20 mió. krónur í stuðli. Somuleiðis stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi hava játtað at latið pening til endamálið. Samstundis hevur nevndin fingið tilsøgn um lán til umvælingarnar, sum eru mettar at kosta 50 mió. krónur.
Samhandil
Pakkhúsið á Den Grønlandske Handels Plads varð upprunaliga nýtt í sambandi við samhandil millum Grønland, Ísland, Føroya, Finnmarkar og Danmarkar. Her eru turri fiskurin og hvalirnir skipaðir inn. Skip hava lagt at, og tað krevur ikki nógv hugflog at ímynda sær tann ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakkhúsið er væl hildið við líka takkað verið góða viðinum og byggisiðinum, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá ið tann kongligi grønlendski handilin fór út og tók síðstu vørurnar í stóra goymslubygninginum við sær.
Tá ið umvælingarnar eru fingnar frá hondini skuldi hesin stóri bygningurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanarligu brigdunum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Ætlanin er, at vinnulívið skal vera primus motor í menningini av húsinum, tá ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at umleið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlantshavi. Hini 25 prosentini av húsinum skulu brúkast til feløg, søvn, stovnar og hvat ein annars kann ímynda sær av norðuratlantiskum felagsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keypmannahavn. Her verður alt savnað. Umframt vera kaffistovur, framsýningar og serbúðir.
Tað er Morten Meldgaard, leiðari á Dansk Polarcenter, sum er upphavsmaðurin til verkætlanina.