Í fyrstu encykliku síni – einum páviligum rundskrivi – ávarar hann móti at lata maskinur taka moralskar avgerðir um lív og deyða.
– Tað er ómøguligt at góðtaka, at deyðiligar ella óafturkalliligar avgerðir verða latnar kunstigum skipanum, skrivar pávin.
Hann mælir eisini til eina “avvápning” av AI og ávarar móti kapprenningini um alsamt sterkari algoritmur og stór dátusøvn, sum sambært honum eru drivin av ynski um geopolitiskan og búskaparligan ræðisrætt.
Pávi Leo varð valdur í apríl 2025 og er fyrsti pávin úr USA. Hann er føddur í Chicago og eitur Robert Francis Prevost.











