Takk fyri sangin, góðu sangarar

Heðin Mortensen helt røðu við Tórshavnar Manskóri í sambandi við 40 ára dagin.

Góðu sangarar! Góðu áhoyrarar!

 

Tað er mær ein stór gleði vegna Tórshavnar kommunu at bera fram eina heilsan her í dag.

 

Tórshavnar Manskór fyllir í ár 40 ár, hjartaliga, hjartaliga til lukku og tað verður nú hátíðarhildið við manér. Her í Norðurlandahúsinum.

 

Ofta hava høvuðsstaðir sínar serligu stoltleikar, og her er Havnin einki undantak.

 

Skal eg leggja hondina á hjartað, so er Tórshavnar Manskór eitt tað fyrsta, mær kemur til hugs.

 

Síðani tit løgdu til brots á heysti í 1986, hava tit talst millum virknastu kór her á landi.

 

Hesum hava vit í Havnini og kring allar Føroyar notið gott av – og gera tað enn, tíbetur.

 

Ikki er hálvttalað orð, so er Tórshavnar Manskór til reiðar at lyfta løtuna og gleða okkum  øll við sínum sangi.

 

Hetta merkti eg ikki minst, nú eg herfyri hevði ein rundan dag og kórið kom á gátt.

 

At eg so eisini sjálvur til endans mátti upp at syngja við, gjørdi tað ikki minni stórt fyri meg.

 

Sjálvur haldi eg meg ikki vera nakran sangfugl í hasum klassanum, men takk fyri løtuna.

 

Danskarar siga, at “al begyndelse er spæd”, og so var eisini hjá Tórshavnar Manskóri.

 

Kári av Reyni og Bjarni Restorff, ið báðir eru farnir, tóku í novembur í 1986 stig til kórið.

 

At byrja við vóru sangararnir 16 í tali, men í dag táttar talið í 70 mans.

Eisini er stuttligt at síggja, at enn eru tveir av teimum við, sum vóru við frá fyrsta degi.

 

Tað eru Viggo Akraberg Hansen og Egon Hansen, og eg haldi, vit skulu klappa fyri teimum!

 

Frá sunnast til norðast eru føroyingar gleðir fyri tykkara sang og ernir av, at vit eiga eitt so gott kór.

 

Eisini uttan fyri landoddarnar kennast mong við Tórshavnar Manskór, sum hevur kórvinir víða hvar.

 

Nógvar góðar kórferðir hava tit gjørt, og eisini hava tit fingið nógv góð kór at koma hendavegin.

 

Somuleiðis hava tit skipað fyri sangkappingum og bílagt verk, ið eru skrivað serliga til tykkara.

 

Kórið hevur tí beinleiðis verið við til at ment, styrkt og kveikt føroyskan kórsang.

 

Enn sum áður rúnarbinda tit okkum við tykkara sterku og góðu røddum, ið spenna so víða.

 

Sum oftast kenna vit nógv aftur av tí, sum tit syngja, men næstan altíð er eisini okkurt nýtt.

 

So er eisini hesaferð, tí skrivaður er spildurnýggjur tónleikur til vísuna “Í Noreg búðu raskir menn”.

 

Tað er norska tónaskaldið Tormod Tvete Vik, sum er til staðar her í dag, ið hevur skrivað verkið.

 

Eg veit, at manskórið gleðir seg til at syngja bæði hetta og annað nýtt fyri okkum í dag.

 

Til fyri tveimum árum síðani var eingin størri ímynd av Tórshavnar Manskóri enn Bjarni Restorff.

 

Upp á sín egna og serliga máta fekk hann bygt kórið upp frá byrjan og til tað, sum tað er í dag.

 

Tá ið Bjarni legði árarnar inn, var avloysarin longu klárur – Jón Festirstein, sum nú er kórleiðari.

 

Í dag trínir kórið eisini á pall saman við Mattias Kapnas, á klaver, eisini eru tveir gestakórleiðarar við – Marit Tøndel Bodsberg og Friðrik S. Kristinsson.

 

Bæði tvey standa tey á odda fyri tveimum av vinarkórum tykkara í ávikavist Norra og Íslandi.

 

Marit stjórnar Den Norske Studentersangforening og Friðrik stjórnar Karlakóri Reykjavikur.

 

Sum sagt, eru í ár 40 ár liðin, síðani Tórshavnar Manskór sá dagsins ljós afturi í 1986.

 

Men hundrað ár frammanundan, var eisini manskór í býnum, sum tá taldi bara 1200 íbúgvar her í Havnini.

 

##med2##

 

Líka fram til 1957 hevði Havnin sítt egna manskór, men so var turkur í eini 30 ár, til tit komu, og tað var gott.

 

Fyrstu ferð, Tórshavnar Manskór sang alment, var her í Norðurlandahúsinum í 1987.

 

Og síðani hava tit trúliga hingið í og støðugt ment tykkum – og gera tað enn við fullari ferð.

 

Tit eru stoltleikin hjá Tórshavnar býi, okkara høvuðsstaði og øllum Føroya landi.

 

Vit eru errin av tykkum og glað fyri tykkara sang, og tit hava ferð eftir ferð nortið við okkara hjørtu.

 

Vegna Tórshavnar kommunu og okkum øll somul, skal eg ynskja tykkum hjartaliga, hjartaliga  tillukku við teimum 40 árunum.

 

Takk fyri sangin, góðu sangarar, og blíðan byr í teimum vónandi mongu, mongu árunum, ið koma aftrat.

 

Takk fyri! Og njóti løtuna.

 

Heðin Mortensen