Húsarhaldini brúka nógv meira til rentur og olju

Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru í miðal hækkaðar 28 prosent seinast árið

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð níggju prosent frá mai í 2023 til mai í 2024.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

– Tað er dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar 28 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Evropeiski miðbankin og danski Tjóðbankin hava fyri fyrstu ferð síðani 2019 lækkað leiðandi rentuna, og somuleiðis hava føroysku peningarstovnarnir hava boðað frá, at útlánsrenturnar lækka, men tað ávirkar tó ikki brúkaraprístalið fyri maimánað, skrivar Hagstovan.

 

El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísurin er sostatt hægri í mai í 2024 enn hann var sama mánað í fjør.

 

Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er 14 prosent hægri.