Taðkann koma sethúsaeigararum aftur um brekku, um teir ikki síggja til at skorsteinurin verður reinskaður.
Kemur eldur í eini sethús, kann avleiðingin verða, at tryggingin ikki tekur við.
Nú hevur Býráðið gjørt av at lata Tórshavnar Sløkkiliði umsita skorsteinsreinskingina. Tveir skorsteinssóparar eru í arbeiði, til hetta endamálið.
Petur Seloy, støðleiðari, sigur við Sosialin, at tað hava verið trupulleikar av skipanini.
- Eru fólk ikki inni, tá skorsteinssóparin kemur, verður eini lepi koyrdur í postkassan, um at ringja til Brandstøðina og avtala eina tíð.
- Trupulleikin er, at fólk ikki geva hesi áheitan gætur, sigur støðleiðarin.
Sambært grein 23 í brunalógini, verður tað álagt fólk at hava eftirlit við skorsteinunum, í minsta lagi triða hvørt ár.
- Vit kunnu nú bjóða hesa tænastu ókeypis. Verður hetta ikki gjørt, kann tað fáa óhepnar avleiðingar - bæði heilsuliga, og fyri tryggingina, um eldur kemur í húsini, sigur Peter Seloy.
Regluliga ókeypis skorsteinreinskingar skipanin er galdandi fyri øll hús í Tórshavnar Kommunu.
Fólk skulu bert venda sær til Brandstøðina í Havn, har nærri fæst at vita um nýggju skipanina.