Jóan Petur uppi í Trøð var ein merkismaður

Mánadagin vóru 180 ár síðani at Jóan Petur uppi í Trøð varð borðin í heim. Síðani 2001 hevur Grækaris A. Joensen arbeitt við at gera eitt savn uppi í Trøð í Kvívík. Savnið er í húsinum hjá mæta rithøvundanum Jóan Petur Gregoriussen, vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð

Húsini hjá Jóan Petur uppi í Trøð eru frá 1873. Hann bygdi uppí húsini hjá pápa sínum Grækaris.

 

– Tá eg var yngri setti eg mær fyri; at eg skuldi royna at byggja hetta uppaftur, sum eitt minni um Jóan Petur, sigur Grækaris A Joensen.

 

Tá Grækaris A. Joensen byrjaði arbeiðið; vóru húsini hjá pápa Jóan Peturi dottin niður, har vóru bara grundarsteinarnir eftir. Hesi húsini eru tí bygd upp av nýggjum. Húsini hjá Jóan Petur uppi í Trøð stóðu framvegis uppi, men blivu brúkt sum hoyggjhús; tá Grækaris A. Joensen fór í holt við at umvæla.

 

Hann hevur lagt seg eftir at varðveita so nógv av tí gamla sum gjørligt, gólvið og fleiri sperrur eru upprunaligar. Eitt nú lítla holið til spískamari. Jóan Petur uppi í Trøð tók nógvar myndir, sum var sjáldsamt hesa tíðina. Tá hann framkallaði myndirnar í vætu, lúrdi hann ígjøgnum holið fyri at síggja, nær myndirnar komu fram. Savnið hevur myndatólið í varðveitslu.

 

##med2##

 

Umframt húsini, hevur Grækaris A Joensen eisini umvælt smiðjuna hjá Jóan Petur. Í smiðjuni eru ymisk amboð hjá Jóan Petur uppi í Trøð.

 

Nú savnið er liðugt, hevur Grækaris A Joensen fingið nógvar lutir.

 

– Hetta eru heilt gomul ting, og tey koma allastaðni frá. Sumt er arvað úr bygdini og kemur aftur, og tað haldi eg vera einastandandi.

 

Savnið hevur fleiri bøkur og skjøl frá 19 øld, og okkurt eldri eisini. Grækaris A. Joensen vónar, at nógv fáa gleði av tí, sum savnið hevur í varðveitslu. Grækaris A. Joensen fegnast, nú arbeiðið at umvæla húsini er liðugt.

 

##med3##

 

– Tað hevur verið stuttligt, eg havi verið treiskur øll árini og sett mær fyri at, eg skuldi gera hetta til veruleika.

 

Tað er stórur áhugi at taka við arbeiðinum á savninum. Á fundi bleiv ein 5 mannanevnd vald. Hetta eru yngri fólk, og í vár er ætlanin, at savnið skal skipast sum bygdasavn undir Tjóðsavninum.

 

– Eg skal vera øðiliga glaður, tá tey ungu yvirtaka. Eg kann vera til hjálpar, um tey spyrja um okkurt. Nú eri eg komin so langt til árs, so tað verður gott at onkur annar tekur við. Tað hevur verið stuttligt at síggja broytingina, og eg eri nøgdur við úrslitið.

 

Fyrsta tiltakið á savninum verður ein kvøldseta. Ætlanin er at fáa fólk at greiða frá um Jóan Petur uppi í Trøð.

 

Jóan Petur uppi í Trøð var ein merkismaður

 

– Jóan Petur var langommubeiggi mín. Tað er trupult at koma á hálvan skógv á honum. Hann var ein av fleiri sum arbeiddu miðvíst fyri at fáa hetta landið til tað, sum tað er. Vit byggja øll á herðarnar á teimum, sum eru farin, sigur Grækaris A Joensen.

 

Jóan Petur uppi í Trøð varð føddur í Kvívík í 1845. Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Kvívík, og Hammershaimb og pápi Jóan Petur gjørdust vinmenn. Jóan Petur var ofta við pápa sínum og vitjaði Hammershaimb.

 

– Pápin Grækaris var ein lisin maður. Hjá Hammershaimb fingu teir íblástur at lesa. Á ungum árum tosaði Jóan Petur øll norrøn mál, umframt enskt, týskt og eitt sindur av fronskum. Hetta vísir, at hann hevur verið væl lisin, tí tað var lítið samband ímillum Føroyar og útheimin.

 

##med4##

 

Mest kendur er hann fyri yrkingar sínar. Jóan Petur uppi í Trøð yrkti føðilandssangir til fólkafundirnar, sum føroyinga felagið skipaði fyri. Eisini yrkti hann kvæðir, eitt nú brúðarvísuna.

 

Jóan Petur uppi í Trøð var 3 ár til skips. Hann sigldi í Íslandi við donskum línubáti. Einaferð var farið í kirkju, og hetta gloymdi hann aldri, tí tá hoyrdi hann prest prætika á íslendskum, og tað var nakað sum hann ikki var vanur við, og hann græt, tá hann hoyrdi hetta. Hesa tíðina var danskt tosað í skúlum og kirkjum í Føroyum, og alt lív sítt bardist hann fyri at føroyskt mál bleiv brúkt.

 

Í 1896 skrivaði hann um Norðurstreym í eini lærubók í landalæru. Aðrir høvundar skrivaðu um onnur øki í Føroyum. Tá bókin kom út, var Jóan Petur tann einasti sum hevði skrivað á føroyskum. Grækaris A. Joensen heldur, at hetta sigur nógv um hann. Eisini dugdi hann væl at brúka hendurnar.

 

– Hann var hegnismaður og smíðaði nógv. Laðaði sjáldsama væl laðaðar grundir, smíðaði bátar og var jarnsmiður. Hann hevur eitt nú dreygað súlurnar á altarringinum í Sørvágs kirkju. Hetta gjørdi hann við dreygibonki frá 1870, sum savnið hevur í varðveitslu.

 

##med5##

 

Jóan Petur uppi í Trøð var leingi seingjarliggjandi, áðrenn hann doyði. Tá fekst eingin peningur, um tú ikki kundi vinna tað sjálvur, tí fekk hann sømdargávu úr Havn, hetta var frá vinum, sum ynsktu at løna honum stóra arbeiðið, hann hevði gjørt. Jóan Petur uppi í Trøð doyði í 1901, 56 ára gamal. Hann yrkti líka til hann doyði.

 

Minnisvarði á Hellufossi

 

Minnisvarðin yvir Jóan Petur uppi í Trøð stendur uppi á Hellufossi í Kvívík. Hann varð reistur í 1951, 50 ár aftan á at Jóan Petur uppi í Trøð doyði. Tað vóru vinir hansara sum tóku stig til minnisvarðan. Hann skuldi standa á Hellufossi soleiðis, at Jóan Petur kundi hyggja yvir bygdina, út í Sundið og Vestmannasund, hetta var út sýnið, sum hann var uppvaksin við, og har hann hevði livað alt lívið.

 

Skipað var fyri innsavnan til minnisvarðan. Hóast tað vóru ringar tíðir í 50 árunum, tóku fólk væl undir við innsavningini, og peningur kom úr øllum Føroyum.

 

 

 

Janus Kamban hevur gjørt minnisvarðan. Janus Kamban doyði í 2009. Nakað aftaná var søla av tí, sum hann átti. Tá keypti Grækaris A. Joensen formin, sum var brúktur til minnisvarðan, at hava á savninum.

 

##med6##

 

Í 2001 vóru hundrað ár síðani Jóan Petur uppi í Trøð andaðist. Tá var stórt tiltak í Kvívík. Røður og sangur varð við minnisvarðan, og myndir sum hann hevði tikið vórðu vístar fram í bygdarhúsinum.

 

##med7##

 

Kvívíkar kommuna røktar minnisvarðan, og økið rundanum væl, og tað fegnast Grækaris A. Joensen um.

 

Minnisvarðin stendur sum eitt minni um ein merkismann, sum framvegis hevur stóran týdning fyri fólkið í Kvívík og í Føroyum sum heild. Hetta sæst eitt nú við at í Kvívík eru fleiri góðir kvøðarar og Jóan Petur uppi í Trøð yrkti nógv kvæði.

 

– Nógv kenna Jóan Petur uppi í Trøð, og virðismeta hann, og vónandi fer savnið eisini at birta uppundir áhugan.

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Grein úr Sosialinum 28. februar 2025

 

Formurin til minnisvarðan av Jóan Peturi uppi í Trøð