Nakað herfyri keypti Kristjan á Neystabø eini eldri hús á Krákusteini á Skansavegi í Havn. Húsini eru síðani lyft upp so betri pláss verður í bygninginum.
Vit hava útbygt og riggað húsini til. Tey skulu partvís nýtast sum skrivstovubygningur.
Kristjan vil ikki úttala seg um, hvat slag av skrivstovuvirksemi, ella hvat húsini annars skulu nýtast til, har hann sjálvur eisini skal hava skrivstovu. Kortini sigur hann so mikið, at tað verður til okkurt vinnuligt endamál, og at tað verður í samband við útflutning.
Hann vil heldur úttala seg, tá ið okkurt meir er at siga, og tað verður í hesum árinum.