Hví arbeiða skattasmiðir altíð fyri tey ríku?

Tá ið skattareglur verða gjørd­ar, kunnu vit í fleiri førum mis­teinkja tey, sum gera regl­ar­nar, fyri ann­að­hvørt at ganga við høvd­i­num und­ir arm­i­num ella fyri at arbeiða í loynd­um fyri onkran annan.

Javnaðarflokkurin nevnir í sín­um skatta­upp­skoti, at bil­­ur »sum frí­ur á­góði« ikki skal fíggj­ast eft­ir vekt men eftir virði. Tann, sum hev­ur gjørt gald­andi skatt­a­regl­ur, kann bara hava smikr­að fyri bank­a­stjór­um og ørð­um, sum hava møgu­leika at kradda sær ein dýran bil frá ar­beiðs­gev­aranum fyri milli­ónir.
Lat okkum taka tvey dømi:
Arbeiðsgevarin útvegar tær ein bí­l­ig­an bil sum »frían ágóða«, sum til døm­is kost­ar 100.000 krón­ur. Vit siga, at hann er í lætt­asta bólk­i­num, und­ir 1.100 kg, so verð­ur tín skatt­skyld­uga inn­tøka hækk­að við 58.100 krón­um. Deilt yvir 12 mán­að­ir við ein­um skatt­a­trýsti upp á 50 pro­sent, so rind­ar tú góð­ar 24.000 krón­ur í skatti av hon­um, ella 2.000 krón­ur um mán­að­in. Tá hev­ur tú ong­ar aðr­a­r út­reiðslur!
Men hevur tú so ein feit­an Mer­ce­d­es fyri milli­ón­ir, og vit siga at hann kem­ur í tyngsta bólkin, sum er yv­ir 1.501 kg, so verð­ur skatt­skyld­uga inn­tøk­an hjá tær hækk­að við 89.700 krón­um. Við sama skatta­trekki upp á 50 prosent, so rind­ar tú slakar 45.000 krón­ur um árið, ella góðar 3.700 krón­ur um mán­að­in. Hetta er tað hægsta, tú kanst rinda, um so bil­ur­in kost­ar 100 milliónir!
Tað sigur seg sjálvt, at hetta er so rív­andi gal­ið. Sjálv­andi eig­ur tú at rinda eft­ir prísi! Og tað sig­ur seg eis­i­ni sjálvt, at hetta út av lagi ván­a­ligt lóg­ar­smíð. Tey, sum hava gjørt hes­ar regl­ar­nar, hava sjálv­andi vit­að tað. Men tey, sum brúka regl­ar­nar hava utt­an iva størri vald á skatta­krakk­u­num, enn poli­ti­k­ar­ar­nir hava.
Tíverri hava vit so mong mong onn­ur dømi, har tey, sum brúka snildu skatta­regl­ur­nar hava størri vald, enn tey, sum gera skatta reg­l­­ur­­nar. Með­an pol­i­t­ik­ar­ar­nir eru svíkj­ar­ar­nir, so er van­ligi skatt­gjald­ar­in tap­ar­in...