Hvørjum heldur tú við?

Bill Justinussen
Miðflokkurin
??????
Eg spurdi ein mann, hvønn hann fór at velja til Fólkatingið. Hann svaraði: Miðflokkin. Eg spurdi hví: Hann svaraði: Tí Miðflokkurin umboðar tað, sum eg standi fyri. Stutt og einfalt. Hesin maður er ein trygd fyri fólkaræðið. Hann var greiður yvir, at til eitt val er ikki talan um eina hestakappríðing, har tú tippar og satsar upp á ein vinnara. Hann veit, at til eitt val velur veljarin tann flokk, sum umboðar hansara sjónarmið best. Nú eru tað tó fleiri valevnir, sum halda taluna vera um eina hestakappríðing, har tey sjálvi hava satsað nógvan pening upp á seg sjálvi. Og tí er tað so umráðandi fyri tey, at tú velur tey, so tey gerast nummar eitt ella tvey og skora kassan, tí annars missa tey nógvan pening. Men hetta er ikki fólkaræði. Hetta er eitt alment uppboð av teimum, sum vilja selja seg allarbíligast. Og tað vil Miðflokkurin ikki vera partur av. Vit eru ikki til sølu, tí sannføringar kunnu ikki seljast.
Miðflokkurin hevur ein boðskap, sum telur, og vit hava eina ætlan, sum veljarin veit um. Vit ætla okkum politiska ávirkan, so samfeløg okkara, bæði før-oyska og danska, í størri mun byggja síni viðurskifti á kristnu lívsáskoðanina. Har virðingin fyri Skaparanum, lívinum og næstanum er hægri enn virðingin fyri egnum sjálvsøkni. Tíverri er tað vorðið ein heilt vanlig fatan manna millum, at øll hava rætt til at gera, sum teimum lystir, og at ongin skal órógva tey í hesum. Men hetta er ábyrgdarleys hugsan. Ongin av okkum livir einsa-mallur á eini oydnari oyggj. Vit liva øll í einum samfelag og hava hvør í sínum lagi ábyrgd fyri hvørjumøðrum.
Miðfloksins sjónarmið eru borðbar ikki bara í Føroyum men eisini uttanlands. Á fólkatingi vil tað vera ein heilt náttúrligur partur at taka lut í dagliga politiska virkseminum, so okkara sjónarmið kunnu vera við til at ávirka rætta vegin.