Hvørjum skal Oyndarfjørður leggja saman við???

Fuglafirði sjálvandi!

Oyndarfjørður kann nýta allar hentleikar í Runavík í dag, og kann framhaldandi gera tað. Men farleiðin er long, og um veturin ikki heilt vandaleys. 25 km er at koyra til Runavíkar og 30 km til Fuglafjarðar í dag.
Við einum tunnli (2 km langur), sum jú má vera treytin fyri samanleggin, eru o.u. 5 km til Fuglafjarðar. Talan hevur verið um, at Fuglafjørður skal bera henda kostnaðin - Hví kann landið ikki bera í minsta lagi helmingin, sum partur av vegakervinum??

Hvat fært tú so við at leggja saman við Fuglafirði?
1- ein sera góðan fólkaskúla; góð hølir og góðar lærarar - Bókasavn og svimjihyl
2- møguleika fyri stutta leið til HF/Student og Handilsskúla á Kambsdali
3 - Fuglafjørður hevur eitt sera sterkt og fjølbroytt vinnulív
4 - góð náttúruhavn við góðum havnarlagi,- várróðurin kann styttast enn meir hjá fuglfirðingum
5 - samband við ein bý, sum hevur hollar og drúgvar, ja siðbundnar mentanarroyndir og siðir - Og eitt mentanarhús, sum flestu bygdir og býir í Føroyum droyma um og ynskja sær
6- Fuglafjørður er tann býurin í Føroyum, sum vegna sítt skilagóða vinnulív hevur eitt tað sterkasta skattagrundarlagið í Føroyum.
7- eina kommunala umsiting, sum er væl samansett og hevur drúgvar royndir og virkar væl.
8 - munandi styttri leið til kommunulækna
9- góðar ansingarmøguleikar bæði av børnum og eldri
10- vøkur fjøll - eins og í Oyndarfirði
11- Munandi styttri koyring til Klaksvíkar (17 km), enn til Runavíkar (Norðoyatunnilin verður klárur um góð 2 ár) Í Klaksvík kannst tú gera gagn av Tekniska-, Sjómans-, Kokka-, Húsarhalds- og hópin av øðrum skúlum í framtíðini, sum kunnu bjóða alskins lærur og skeið. Fyri ikki at tala um sjúkrahús, svimjihøll, ítrótt, handilslív, teldufyritøkur, bókasavn, mentanar- og vinnulív. Og koma til hús aftur hvønn dag.

Grannbygdin Hellurnar, sum Oyndarfjørður hyggur at hvønn dag, hoyrir til Fuglafjarðar kommunu.
Fuglafjørður kemur at tørva byggilendi til búsetingar, virkir og stovnar. Tá kann Oyndar-fjørður eisini nýta gott av størri virksemi í bygdarlagnum.
Sjálvandi kann Runavík bjóða stóran part av framman fyri nevnda, men fjarleikin til hesar tænastur er munandi styttri við at leggja saman við Fuglafirði, umframt at hetta eisini letur upp fyri eini "nýggjari verð" sum víðkar um sjónarring og samleika - Farleiðin og frástøðan til Runavíkar eru kend, eins og hesi verða verandi tey somu í framtíðini.

Minuttir:
5 min. til Fuglafjarðar - 8 min. til Kambsdal - 15 min. til Klaksvíkar - 25 min. til Runavíkar.

Mátti verið betri, at verða einkarbarnið hjá Fuglafirði, enn at verið lítlibeiggi hjá Runavík!?