Hvørki loysing ella samband


Ferðafrásøgn: Enn er lív í Mykinesi. Frá náttúrunar hond er hetta ein av fagrastu í Føroyum. Tað er ikki ríkisrættarligi spurningurin, sum fer mestu umrøðuna í Mykinesi. Sum ferðafólk, verður tú nógv rikari av vitjan í Mykinesi. Samfelagsliga er Mykines einastaðni millum dreym og harðan veruleika


 

Klokkan var 15.30, tá ein av tveimum farleiðum, ið røkja sambandi við vestastu oynna í Føroyum, Mykines, fór frá landi. Eini 20 ferðafólk vóru við henda túrin. Báturin tekur í alt 40 ferðafólk, so fólktalið í Mykinesi verður fleirfalda, hvørja ferð Súlan leggur at við fullum førningi.

Eftir hvat vit skilja á lagnum, so er oftani trupult at fáa pláss umborð á Súluni, tí so stórur áhugi er fyri at vitja í Mykinesi.

Tað er heldur ikki lítið av farmi umborð. Farmurin umborð er fyri tað nógva til tey fastbúgvandi, og eitt gistingarhús í bygdini fær eisini sítt. Eg siti við tí kenslu, at mykinesmenn duga við ferðafólki, tí tey streyma til úr øllum ættum.

Dagarnar undan fráferðin hevði báturin havt trupulleikar við at leggja at landi úti í Mykinesi. Tað var tí ein ávís óvissa, sum lá í luftini, og satt at siga, so hevði eg í øllum førum lítlan og ongan hug at sigla heimaftur, tí tað merkist at sigla við Súluni.

Vit leggja at í øllum góðum, og tað er sum eitt stig nærri himmalinum at seta fót á land í Mykinesi. Beinanvegin er tú greiður yvir, at náttúran er størsti íbúgvin á hesari oynni


Ferðavinna

Vit eru farnir til Mykines sum blaðfólk, men so sanniliga eisini sum ferðafólk - sum ferðafólk í egnum landi. Tað fyrsta, sum bíðar eftir okkum, er ein long trappa - vit síggja ikki munandi lættari gonguteigin beint við.

Vit vita heldur ikki, hvønn veg vit skulu venda okkum, tí tað er alt so ótrúliga vakurt. Skrivstovan í høvuðsstaðnum liggur henda dagin í allar mátar sera langt burturi.

Vit hava eisini fingið okkum innivist á einum gistingarhúsi í bygdini, og lat tað vera sagt beinanvegin, at í Mykinesi duga tey við ferðafólki sum okkum. Hetta hús var í roynd og veru nógv meira, enn vit høvdu ímynda okkum. Her var nógv at fáa, og alt var gjørt lætt og ómaksleyst - við einum smíli.

Vit vóru her fyri at arbeiða, men hetta var ein av teimum túrunum, har arbeiðið verður til uppliving.

Eftir at nakrar avtalur vóru fingnar í lag, gekk leiðin út í Mykineshólm, har ein samrøða stóð á skránni, men tað var kanska eisini líka nógv fyri sjálvum túrin, at vit sluppu út í hólmin við dýru myndaútgerðini og upptakaranum sum viðføri. Túrurin í túrinum gjørdist ein frálík uppliving, og tað er eisini orð sum hetta seinasta lýsingarorðini, sum eg haldi hóska seg best um allan túrin úti í Mykinesi.

Hetta upplivir tú ikki ofta - kanska alt ov sjálvdan - so tað er ein forkunnugur biti, sum minnir teg á, at tað er nakað serstakt við Føroyum. At ljóða og vera sum ein ferðamaður er ikki tað bíttasta, tá tú sleppur at uppliva so nógv.


Ùtoyggj

Greitt er, at náttúran vesturi í Mykinesi er ein dýrgripur í sær sjálvum, men tað krevur nakað av øllum pørtum at hava og reka eina ein skillvísa ferðavinnu burturúr teimum ferðandi, ið vitja náttúruna í Mykinesi.

Mykines er ein útoyggj, eitt smásamfelag. Hetta er harður veruleiki. Dreymurin hjá nøkrum er, at Mykines, eins og aðrar útoyggjar, aftur fer at vera karmur um nógv fólk, ið búleikast alt árið runt. Onnur hava ein dreym, sum er at eiga eini hús ella jørð í einari tílíkari oyggj sum Mykines. Hesir dreymar hóska kanska ikki altíð líka væl saman.

Vónirnar hjá teimum, sum ynskja at búgva alt árið runt, er at fleiri fólk koma at búgva fast, men tey ásanna samstundis, at hetta ikki sær serliga sannlíkt út.

Veruleikin er nú einaferð tann, at ein oyggj sum Mykines er fleiri ár aftanfyri restina av nútíðarsamfelag. Tey hava sjálvandi nakrar hentleikar, men hetta er ikki nógv. Mykines er samstundis eisini nakað serstakt, t.e. her fáa upplivingar, sum ikki eru aðrastaðni. Hetta serstaka er tó nakað, sum ikki nógv haldi seg til.