Hvat í allari víðu verð skal øll henda øsingin um fullveldi, evsta rætt, og hvat tað annars alt eitur til?
Í mínari verð - hon er kanska ikki so sofistikerað, sum hjá teim útvaldu - kann tað einans enda við, at vit gera eina annars sera vælvirkandi skipan ógjørliga at liva við. Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu. Vit hava alt tað, eitt hvørt nýmótans, framkomið samfelag hevur, umframt alt tað, nógv onnur kundu hugsað sær.
? Vit hava okkara egna lóggevandi vald (Løgtingið)
? Vit hava okkara egnu stjørn (Landsstýrið)
? Vit hava okkara egna stjørnarleiðara (Løgmann)
? Vit hava okkara egna mál (Føroyskt)
? Vit hava okkara egna flagg (Merkið)
? Vit skipa okkara egna lógarpolitikk
? Vit skipa okkara egna vinnupolitikk
? Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk
? Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk
? Vit skipa okkara egna almennapolitikk
? Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk
? Vit ráða yvir øllum tilfeingið í havinum uttan um okkum
? Vit ráða sjálvir fyri hvussu tað verður gagnnýtt
? Vit ráða sjálvir yvir øllum inntøkum
? Vit skipa sjálvir fyri eftirliti og trygd
? Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi
? Vit samráðast við onnur lond um marknaásetingar
? Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur
? Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini
? Vit lóggeva um ræðisrættindini av tilfeingi í undirgrundini
? Vit gera avtalur um gagnnýtslu av tilfeinginum í undirgrundini
? Vit skipa sjálvir øll umhvørvis- og trygdarkrøv
? Vit ráða sjálvir yvir møguligum oljuinntøkum
? Vit eru longu í neyvum samstarvi við annað land (Danmark)
? Vit avgera sjálvi í hvønn mun hetta samstarv virkar (Okkum til besta)
? Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir.
? Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okkum Føroyingar
? Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum.
? Vit eru ein tjóð, og vit eiga eitt land.
Tað einasta, sum er til hindurs fyri at reksa alt fleiri fyrimunir er hugflog og plásstrot. Tað skal einans polittiskt hugflog til at gera hesa framúr støðu uppaftur betri. Hinvegin skal einans tvørrandi polittiskt hugflog til at gera støðuna verri. Tað er júst hetta, vit hava upplivað seinastu trý árini. Alt tað álit millum okkum og danir, sum tað hevur tikið skilamonnum øldir at byggja upp og betra hevur hendan samgongan megna at nærmast avhøvdað.
Kann milliardin gagna (blokkstuðulin ) samfelagið okkara?
Tann spurningurin kann svarast við nøkrum spurningum - og tað kundu saktans verið fleiri:
? Eru umstøðurnar hjá okkara gomlu optimalar?
? Eru pensjónsviðurskiftini í lagi?
? Eru sjúkrahúsvirðurskiftini í lagi?
? Eru ansingarviðurskiftini í lagi?
? Er samferðslukervið nóg nógv útbygt?
? Eru samferðslutólini tillagað nútíðarkrøvum?
? Kunnu vit verða nøgd við ikki at geva alla frálæru í Føroyum?
? Er tað í lagi, at vit ikki megna at menna og stuðla føroyskari mentan?
? Er tað í lagi, at onki granskingarumhvørvi finnst í Føroyum?
? Er tað í lagi, at fólkið knógvar undir skattabyrðum?
? Er tað í lagi, at høvuðsvinnutólið er gamalt og niðurslitið?
? Er tað í lagi, at sjóvegissambandið við umheimin er ein útflutningstrupulleiki?
? Er tað í lagi, at vit framvegis ikki hava møguleika fyri farmaflutningi loftvegis?
Jú, so sanniliga kann ein milliard brúkast við skynsemi og samstundis tæna landi og fólki.
Sambandsflokkurin vil verja og tryggja vælferðarsamfelag í tøttum samstarvið við hinar báðar partarnir av ríkisfelagsskapinum .
Val tykkara tann 20. novembur er sera umráðandi fyri framtíð okkara.
Sambandsflokkurin vil áhaldandi tosað søk Føroya fólks á fólkatingi, tí er júst tín stemma umráðandi fyri okkum.
Vel SAMBANDSFLOKKIN tann 20. november.