Elin N.W. Tausen
Valevni Miðfloksins til Tórshavnar Býráð.
Hetta er ein spurningur, sum kanska nógv seta sær sjálvum í hesum døgum. Er Miðflokkurin ikki bara áhugaður í etiskum málum, so sum fosturtøku, skrá-settum parlag o.l. málum?
Hvat skal ein tílíkur flokkur gera í býráðs-politikki?
Mítt svar er, at heilt avgjørt skal Miðflokkurin luttaka í býráðspolitikki. Sjálvandi hava vit eina greiða støðu til omanfyrinevndu mál, men tað eru ikki einastu mál sum vit virka fyri.
Tvey av okkara høvuðs-málum hava altíð verði trivnaðurin hjá familjuni og teimum sum hava serligan tørv. Nú barnaansingarøkið er lagt út til kommunirnar, og eldraøkið nok er á sama veg, er tað sera tídningarmikið, at vit fáa høvið at gera okkara ávirkan galdandi í kommunini, so vit kunnu vera við til at mynda karmarnar sum virka verður útfrá.
Næsti spurningur er, kann ein lítil flokkur sum Miðflokkurin hava nakra ávirkan í býráðnum? Sjálvandi! Hetta hava vit prógva í Løgtinginum við málum so sum, Løgtingsins umboðsmanni, loftmiðlafrælsi osv. Miðflokkurin er ein lítil flokkur, sum setur spor eftir seg í føroyska samfe-laganum.
Vit hava tørv á tínum stuðlið, eins og tú hevur tørv á okkum til at standa á varðhaldi.
Ver tú við til at geva okk-um møguleikan, til at mynda Tórshavnar kommunu tey næstu 4 árini.
Set tín x við lista H.