Tú sært tað beinanvegin á Arousiak at hon er ikki føroysk.
Men tað er munandi verri at hoyra, at hon eftir bert fimm árum hevur lært seg føroyska málið so skjótt og so væl. Enntá við suðuroyar-dialekt!
- Eg havi lært meg føroyskt, faktiskt bara við at lurta eftir, tá onnur tosaðu saman. Síðani havi eg spurt, hvat tað merkti og so líðandi eri eg komin á málið. Eg biði eisini altíð genturnar umborð á Smyrli um at rætta meg, um eg úttali okkurt galið. Og tað gera tær tíbetur eisini.
- Faktiskt vildi eg fegin lært meg at lesa og skriva føroyskt, soleiðis at eg eisini kann benda orðini rætt. Men eg veit ikki um nakað stað, har man kann gera tað, sigur Arousiak, sum umframt føroyskt eisini tosar enskt, armenskt, arabiskt og turkiskt. - Eg kundi væl hugsað mær at lært meg danskt eisini.
Hon og maðurin hava tey seinnu árini búð inni hjá verforeldrum hennara. Men í løtuni standa sethús teirra í gerð í Hvalba. Ætlanin er at flyta inn í tey í næsta mánaði.
- Tá fara vit at fáa umstøður at hava børn, sigur hon.
Face-to-face
Hóast mong munnu kenna brosandi andlit Arousiaks frá Smyrli, so er hon upprunaliga útbúgvin innan ferðavinnuna í Kuwait.
Ein stórur partur av gerandisdegi hennara var tá at sita frammanfyri telduni, meðan hon útinti arbeiði sítt innan ferðavinnuna. Og henni dámdi eisini sera væl at chatta við onnur fólk úr øðrum londum.
Ein summardag fyri júst sjey árum síðani kom hon á fyrsta sinni í samband við ein føroyskan chattara: Ein ungan sjómann úr Hvalba.
- Eg veit ikki, vit byrjaði at chatta saman, settu síðani myndatólið til og fingu soleiðis tosað betur og betur saman. Og ein dag avgjørdu vit at møtast face-to-face, sigur Arousiak við einum brosi. - Og hví ikki gera brúk av møguleika mínum at ferðast ókeypis kring heimin í arbeiðsørindum?
Avgjørt varð, at tey skuldu møtast í Keypmannahavn - hon skuldi flúgva úr Kuwait og hann úr Føroyum. Har hittust tey so, og høvdu eina góða og spennandi viku saman í danska høvuðsstaðnum.
- Tað bleiv bara til tað, at vit bæði blivu forelskað, sigur Arousiak og brosar enn einaferð um alt andlitið.
Men Arousiak vildi fegin sleppa at hitta hann eina ferð aftrat, og tey møttust tí aftur í Keypmannahavn, einaferð hann var heima av skipi.
- Eg veit ikki. Vit avgjørdu at fara eina túr til Føroyar, og mær dámdi beinanvegin so væl her, at eg fór ongatíð heimaftur.
Álit á hvalbingi
Hetta var ein stór avgerð at taka fyri eina unga kvinnu, at flyta heilt úr Kuwait og beinleiðis til Suðuroyar. Og reaksjónirnar frá familjuni vóru eisini til at skilja.
Systir hennara var púrasta tikin av bóli av Arousiak: - Eg ringdi til hana og segði henni, at eg var blivin forelskað í einum føroyingi, og at eg ætlaði at búseta meg her í Hvalba.
- Hon spurdi, um eg var blivin í ørviti. Um eg veruliga visti hvat eg gjørdi, og um eg mundi fara at trívast í einum so lítlum plássi. “Og so kennir tú heldur ikki eitt menniskja har”, legði hon dent á.
- Men eg visti faktiskt eitt lítið sindur um Føroyar - at tað er undir Danmark, eins og Grønland. Og eg visti eisini, hvar Føroyar lógu, men familjan hevði ikki ánilsi av, hvar tað var eg ætlaði mær at búseta meg, greiðir hon frá.
Systirin var ikki liðug at seta spurningar: Hon vildi eisini hava at vita, hvussu Arousiak var vís í, at hon kundi stóla uppá henda ógifta sjómannin. Tey høvdu jú bert hvørt annað á alnetinum og bert verið stutta tíð saman við ´honum í Keypmannahavn.
Men Arousiak var vís í síni søk. Hetta kom av teirri einfaldu orsøk, at maðurin eisini var trúgvandi eins og hon. Tey høvdu eisini tað til felags, at tey kundu deila ta kristnu trúnna hvørt við annað.
- Jú, eg fekk beinanvegin eitt gott inntrykk av honum. Hann er bara fittur, brosar hon.
Í mars mánaði í 2004 blivu tey gift, og hava síðani verið fleiri ferðir í Kuwait og vitjað.
- Og um tit koma aftur um ein mánað, so skal eg bjóða tykkum ein kaffimunn í okkara nýggju húsum her í Hvalba.
Hvalba er himmalin
Í arbeiði sínum innan ferðavinnuna hevur Arousiak altíð havt stóran áhuga fyri teim upplivingum, sum náttúran kundi geva teimum vitjandi. Í Føroyum varð hon ikki skuffað í so máta.
Fyrsti túrurin til Føroyar stendur sum vera man fastur í minninum á Arousiak. Tá tey flugu inn yvir Føroyar var hon ovfarin av, hvussu vakurt alt var. Og myndatólið klikti óført út gjøgnum vindeygað.
Tá hon so koyrdi við bussinum til Havnar, gjørdist hon ikki minni ovfarin av øllum vakurleikanum. - Eg bleiv við at siga: “Oh, my God. Hetta er sum Himmalin. Hetta er sum himmalin.”
Eftir at hava steðgað eitt lítið bil í Havn, skuldi leiðin leggjast um Suðuroyarfjørð. Her slapp hon beinanvegin at royna, hvat tað vil siga at búgva í einum oyggjalandi og “vejrgudernes tumleplads”, í mun til eitt heitt og veðurgott fastland.
Tey fóru av Havnini við tí undanfarna Smyrli í allarbestu líkindum at sigla, men tað vardi ikki leingi, fyrrenn sjóverkurin hóast hetta byrjaði at gera seg galdandi.
- Vit høvdu ikki siglt í meiri enn 15 minuttir, fyrrenn eg byrjaði at spýggja. Og eg spýði faktiskt allan vegin suður, sigur hon brosandi. - Mitt í allari rokanini angraði eg eina lítla løtu at eg var komin her, og eg segði, at “Eg orki ikki hetta lívið. Eg orki ikki hetta lívið. Eg vil sleppa heim aftur til Kuwait!”
Soleiðis kom kortini ikki at ganga, tí stutta tíð eftir hetta fekk Arousiak arbeiði - umborð á Smyrli.
- Hetta er eitt sera gott arbeiðspláss, og vit hava tað sera gott saman, bæði umborð men eisini í landi.
Arousiak, Agassi, Cher og tey
Arousiak er fødd í Kuwait, men roknar Armenia sum heimland sítt, hóast hon ongatíð hevur búð her.
Foreldur hennara, og foreldur teirra, eru ættað úr Armenia. Fyri sløkum 100 árum síðani var sera ófriðarligt í landinum, orsakað av kríggi við Turkaland, so abbi og omma hennara flýddu haðani til gongu, til tað meiri friðarliga Sýrialand.
Gott var at tey gjørdu hetta, tí annars var vandi fyri at tey høvdu mist lívið, eins og 1,5 mió aðrir armenar gjørdu í sambandi við fyrsta fólkamorðið í farnu øld.
Armenar fluttu - eins og jødarnir gjørdu tað undir nazi-tíðini - til lond kring allan heimin, og í dag sært tú fólk við ættarbondum haðani á nógvum støðum. Arousiak er m.a. errin av kendu sjónleikara- og sjónvarpsstjørnunum Kim Kardashian og Cher, tennisstjørnuni Andre Agassi og sangaranum Charles Aznavour.
- Men tey búgva øll uttanlands, og hava m.a. pass úr Fraklandi og USA, men eru armenar, akkurát sum eg, sigur hon við einum brosi.
Fyrstu sjey árini í lívi sínum búðu Arousiak og familja hennara í Kuwait, har pápin fekk arbeiði, men vórðu seinni noydd at flyta til Sýrialands, tí móðir hennara var so ring av astma. Veðurlagið her var betri fyri eina, ið bar slíka sjúku.
- Eftir at mamma mín doyði, tá eg var 19 ára, fluttu vit aftur til Kuwait. Og har var eg so heppin at fáa eitt arbeiði innan ferðavinnuna, greiðir A frá.
Hetta arbeiðið førdi við sær, at Arousiak fekk bjóðað í hópatali av ókeypis ferðaseðlum, og kom soleiðis at ferðast rættiliga nógv, saman við systir síni bæði í Europa og í USA.
Stóri áhugi hennara fyri øðrum londum gjørdi eisini sítt til at Arousiak, langt áðrenn hon kom í samband við mann sín, visti um bæði Føroyar, Grønland og Danmark.