Hvalbiar kommuna fær meira skatt

Í januar í ár var skattavøksturin stívliga sjey prosent - og í februar var hann 3,72 prosent.

Skattavøksturin í Hvalbiar kommunu heldur fram.

 

Í januar í ár fekk kommunan stívliga 90.000 krónur meira í skatti enn í sama mánaði í fjør. Talan var um ein vøkstur á stívliga sjey prosent.

 

Nú februar mánaði er lagdur aftur um, veit Hvalbiar kommuna at siga, at vøkstur aftur var í skattainntøkunum í februar í ár í mun til sama mánað í fjør.

 

- Í februar í ár fingu vit 99.000 krónur meira í skatti enn sama mánað í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á 3,72 prosent, sigur Hvalbiar kommuna.