Í gjár vóru tveir dystir í bólki D. Kekkia og Kroatia spældu 1-1, meðan Ongland og Skotland spældu málleysan javnleik. Hetta merkir, at Kekkia og Ongland hava fýra stig, meðan Kroatia og Skotland hava eitt stig í part. Í seinasta umfarinum møtir Ongland Kekkia, og Skotland og Kroatia.
Tað bleiv serliga nógv nógv væntað av dystinum millum Ongland og Skotland. Fyri 25 árum síðni møttust tey á gamla Wembley. Tá vann Ongland 2-0 og Paul Gascoigne skoraði eitt tað minniligasta málið í EM-søguni. Hesa ferð var einki Paul Gascoigne yvir spælinum.
Hesin dysturin verður ikki at finna í EM-søguni, annað enn sum ein fótnota. Tað kom einki mál í dystinum, og størsta kjakið var um hvussu vánaligir Ongland vóru. Skotar vóru undirtippaðir og fáa tí eisini rós fyri tað eina stigið.
Serliga álopsspælið var tannleyst. Raheem Sterling royndi eina ferð at tveita seg til brotsspark, men sjálvt um hann bleiv traðkaður á fótin, so gjørdi VAR ikki meiri við tað. Eisini bleiv Harry Kane skiftur út. Liðskiparin og álitið í álopinum kom ongantíð til sín rætt.
Í hinum dystinum skroraði Patrik Schick aftur fyri Kekkina. Hesa ferð upp á brotsspark. Ivan Perisic javnaði fyri Koratia, sum enn hevur ein møguleika at koma víðari.
Kroatia – Kekkia 1-1 (0-1)
Ongland – Skotland 0-0 (0-0)
Støðan:
- Kekkia 4
- Ongland 4
- Kroatia 1
- Skotland 1