Hvar er Ole?

Danskur rithøvundur leitar eftir spælivini, sum varð ættleiddur til Føroyar

Danski rithøvundin Erik Valeur, sum hevur skrivað skaldsøguna ”Sjeynda barnið”, leitar eftir einum spælivini frá Skodsborg Spædbørnehjem í Danmark.

Erik og Ole vóru saman á Skodsborg barnaheiminum í tvey ár og skaldsøgan hjá Erik snýr seg um hesa tíðina.

Ole varð sum 2 ára gamal ættleiddur til Føroya í umleið 1957. Nú vil Erik Valeur gjarna hitta Ole aftur og biður um hjálp at finna fram til Ole í Føroyum.

Um onkur fær hjálpt Erik Valeur við hesum, frættir hann gjarna frá fólki á teldupostadressuni arg(at)dr.dk.



(Myndin, sum er av Ola, er tikin 1. januar 1957)