Hvar skal skerjast?

Nú í vit akkurát eru komin inn í nýggja árið og kjak tykist koma í, hvussu vit skulu bøta um stóra hallið á fíggjarlógini, og eitt mál um bústaðarskatt somuleiðis er komið undan kavi, er Løgtingsmaðurin Gerhard Lognberg veruliga farin at høgga til høgru og vinstru eftir almennu stovnunum og fyrisiting. Hann sigur í lesarabrævið “ at fleiri stovnar kundi verið skornir við helvt.”

Kanska kundi Gerhard meira nágreiniliga sagt, hvønn almennan stovn hann kundi hugsa sær at mann spardi niður í helvt ella so.

Vit sum virka í MBF vóna ikki, at teir almennu stovnar sum vit dagliga draga nyttu av skulu koma undir henda so sveiggjandi spariknívin hjá Gerhardi.

 

Eg kann nevna dømir um, hvussu vit síggja nakrar av stovnunum sum vit samstarva við. Eitt nú Almannaráðið, sum skal umsita ein sera stóran part av landsins fíggjarlóg, men sum eru so undirmannaði, at nógvar lógir og reglur sum skulu tryggja nøktandi kor fyri fólk, ið eru sjúk ella hava brek, als ikki kunnu gerast, tí so stórt trot er á fakfólki.

 

Somuleiðis Almannastovan sum eisini hevur samskifti við túsundtals føroyingar, virkar undir stórum starvsfólkatrotið. Kanska átti Gerhard at sett seg inn í, hvussu nógv mál Almannastovan viðgerð árliga, og hvussu umfatandi tænastan er. Tað snýr seg ikki bara at útgjalda pensjónir og tílíkt sum hesin stovnur skal taka sær av. Nei, her eru túsundtals uppgávur at taka sær av. Eg vóni ikki at tað er meint við at hesir stovnar skulu skerast meiri, tí tað eru teir sum skulu tryggja okkum mongu sum hava sjúku og brek nøktandi vælferð.

 

Sjúkrahúsverkið er eisini ein almennur stovnur, eg rokni ikki við at nógv kann sparast har. Heimahjálpin sum er skorin inn á bein, hon er eisini ein almenn tænasta, og eg rokni heldur ikki við at har er nógv at skerja.

 

Nei Gerhard, gev okkum heldur meiri ítøkilig dømi um, hvar tú ynskir at sparast skal, og hvørjar stovnar sum tú sært verða óneyðugar, tað skyldar tú at geva okkum eina forkláring uppá, so vit sum hava brúk fyri almennum tænastum, kunnu føla okkum trygg í 2009, tí nokk er skert á okkara øki.

 

Síðani til bústaðarskattin, tak tann spurningin fyri seg, og ikki blanda tingini saman.

 

Við nýggjárskvøðu