Hvat er ES ikki herligt...

Gestarøðan hjá Claus Larsen Jensen á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum var ein hálovan av ES limaskapinum úr enda í annan. Formaðurin í Evropanevndini í Fólkatinginum megnaði tíverri ikki at geva eina fjølbroytta mynd av ES, sum javnaðarfólk frammanundan høvdu vónað

Tey, sum høvdu vónað at fingið fjølbroytta mynd av ES borðreidda av gestarøðaranum, Claus Larsen Jensen, mundu fara vónsvikin heim av landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum fríggjakvøldið.
Hóast javnaðarfólk undan landsfundinum høvdu sett nøsina eftir at fáa innlit í bæði fyrimunirnar og vansarnar við ES-limaskapi, gjørdist røðan heldur ein hálovan av ES úr enda í annan. Tað skortaði ikki við góðum lýsingarorðum um ES í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið, meðan lítið hoyrdist til teir møguligu vansarnar, ES-limaskapur kann bera við sær fyri Føroyar.
Claus Larsen Jensen hevur áður verið ímóti ES-limaskapi, men broytti síðan hugsan, og er í dag heitur forsprákari fyri felagsskapinum. Av tí, at formaðurin í Evropanevndini áður hevur verið ímóti ES-limaskapi, væntaði tú ein fjølbroytta lýsing av ES, men hetta varð tíverri av ongum.

Snúningspunkt
Høvuðsboðskapurin hjá Claus Larsen Jensen er, at vit eru øll noydd at fyrihalda okkum til ES í dag, tí felagsskapurin fær støðugt størri og størri ávirkan á gerandisdagin hjá okkum.
?Uttan mun um tú dámar tað ella ikki, so er ES snúningspunktið á flest øllum økjum í dag. Á bæði politiska og búskaparliga økinum fær ES støðugt størri ávirkan, og tað er ein veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til. Fyriheldur tú teg ikki til tann veruleika er skjótt, at tú gerst eftirbátur, heldur formaðurin í Evropanevndini í Fólkatinginum.
Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum vísti á mongu fyrimunirnar við ES-limaskapið og vansarnar at vera uttanfyri.
?Tú ert noyddur at seta tær spurningin, hvussu tú sum tjóð á bestan hátt røkir tíni áhugamál. Vilt tú sjálvur vera har avgerðirnar verða tiknar ella velir tú leiklutin sum passivur samtykkjari av lógum, sum onnur áseta tær at fylgja, spyr Claus Larsen Jensen.
Hann er sannførdur um, at tjóðir best røkja síni áhugamál við at verða partur av ES.
?Sjálvsagt vilt tú hava ávirkan, har tú selir flestu av tínum vørum. Flestu lond hava í dag nógv samskifti við ES, og við limaskapi hevur tú ein væl betri møguleika at ávirka politikkin hjá ES, enn um tú ert uttanfyri, greiðir Claus Jensen Larsen frá.

Noreg og Ísland á veg
Formaðurin í Evropanevndini í Fólkatinginum vísti á, at bæði Noreg og Ísland er góð dømi um lond, sum eru noydd at góðtaka, at ES setur nærum alt teirra lóggávugrundarlag, hóast londini ikki eru limir í felagsskapinum.
?Londini handla jú nógv mest við ES, og tí eru londini noydd at skipa seg eftir ES-lóggávu. Eg vildi skotið upp á, at góð 98% av teirra lóggávu í dag er ES lóggáva. Munurin er bara, at vit limalondini hava møguleika at ávirka lóggávuarbeiðið, meðan Ísland og Noreg passivt mugu góðtaka tær lógir, ES-londini áseta teimum.
Formaðurin í Evropanevndini væntar, at tað gongur ikki rúm tíð, áðrenn bæði Noreg og Ísland fara at banka á dyrnar í Brússel.
?Í dag eru 460.000 fólk, sum kunnu kalla seg ES-borgarar. Talið av limalondum er økt í 25, og komandi árini fara enn fleiri lond at leggjast afturat. Tú fært meg ikki at trúgva annað, at øll vilja hava ávirkan á, har avgerðirnar verða tiknar, og tí vænti eg innan komandi 10 árini, at bæði Noreg og Ísland fara at royna at fáa limaskap, sigur Claus Jensen Larsen
Hann legði afturat, at talið av nýggju limalondunum ber við sær, at ES hevur minni orku til at samráðast við londini uttanfyri felagsskapin. ES vil heldur nýta orkuna á limalondini enn tey, ið eru uttanfyri, sigur hann.
?ES er ein gyltur møguleiki hjá smáum tjóðum at fáa ávirkan. Lond sum Luksemburg, Malta og Danmark hava líka stórt vald sum eitt nú Týskland hevur, og tí eiga smærru tjóðirnar at síggja stóru møguleikarnar í limaskapi, heldur Claus Larsen Jensen.

Okkara virðisgrundarlag
Hann heldur, at ES hevur flutt seg frá at verða ein búskaparligur felagsskapur til ein felagsskapur av felags virðum. Hann segði seg fegnast um, at tað fyrst og fremst javnaðar- virðir, ið seta dám á felagsskapin í dag.
?Virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkum í Evropa setir sín dám ES-politikkin. Við ES limaskapi hevur okkara virðisgrundarlag møguleika at vinna fótafesti í meginpartin av Evropa, og hetta er tað, sum er við at henda. Sosiala vælferðin er eftir mínum tykki snúningspunktið í ES í dag.
Hann heldur at arbeiðið við ES-grundlógini prógvar at virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkum gongur fremst.
?Tað kennist ótrúliga hugagott, at tað er kjarnupolitikkurin hjá Javnaðarflokkum, sum detir dám á grundlógararbeiðið. Eg haldi tað er skilagott, at vit fáa eina lóg, har eitt felags virðisgrundarlag verður fest á blað. Grundlógin verður tað lættasta JA, eg nakrantíð fari at atkvøða fyri, sigur Claus Larsen Jensen.

Fakta um gestarøðaran

Claus Larsen Jensen er 51 ára gamal. Hann er fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. Claus Larsen Jensen varð fyrstu ferð valdur í 1998, og hann hevur síðan 1998 verið limur í Evropanevndini hjá Fólkatinginum. Í løtuni er hann formaður í nevndini.

Mynd: Claus
?ES er ein gyltur møguleiki hjá smáum tjóðum at fáa ávirkan. Lond sum Luksemburg, Malta og Danmark hava líka stórt vald sum eitt nú Týskland hevur, og tí eiga smærru tjóðirnar at síggja stóru møguleikarnar í limaskapi, heldur Claus Larsen Jensen, sum var gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum