Jenis av Rana, løgtingsmaður, vil hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, um sitandi samgonga stendur við ætlanina um Suðuroyartunnilin.
Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini.
Í fyrispurninginum vísir Jenis av Rana á, at Løgtingið 25. februar í ár samtykti eina lóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunlaskervum og vegakervum.
Lógin varð samtykt við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti.
Síðan er nýggj samgonga og nýtt landsstýri komið til. Jenis av Rana heldur, at ómetaliga lítið hevur verið at hoyrt um størstu og dýrastu undirgrundarverkætlanina í Føroyum hesa tíðina.
Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin hvørki varð nevndur í samgonguskjalinum ella løgmansrøðuni.
Fýra spurningar
Jenis av Rana spyr fyrst, um samgongan framvegis stendur aftan fyri ætlanina, sum varð samtykt í februar.
Hann vil eisini vita, um landsstýrismaðurin kennir til politiskar ella aðrar ætlanir um at broyta samtyktu ætlanina.
Harumframt verður Jacob Vestergaard biðin um at greiða frá, hvussu gongst við fyrireikandi og prosjekterandi arbeiðinum, og um arbeiðið gongur eftir ætlan.
At enda spyr Jenis av Rana, nær landsstýrismaðurin væntar, at eitt lógaruppskot um Suðuroyartunnilin aftur verður lagt fyri Løgtingið.
Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 25. august. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað spurningunum enn.











