Hvat sigur panelið um ársins dyst í effodeildini?

(Ljóðbrot frá Rás2) Oddauppgerðin er sannleikans timi hjá Víkingi í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið á Rás2, sum varð mannað við Tróndi Arge og André Olsen. Tróndur og André viðgjørdu saman við vertinum hesi evnini :

 

1) Mongu venjaraskiftini í HB síðani aldarskiftið.

2) Oddabrakið millum B36 og Víking sunnudagin klokkan 17.15. Ein dystur, sum Víkingur helst má vinna fyri at halda lív í FM-vónini.

3) Hinar fýra dystirnar í effodeildini.

 

Tróndur og André staðfesta, at Víkingur eru góðir til teir stóru dystirnar, men enn hevur FM ikki koppað teirra veg.