Kjakið síðstu dagarnar um, hvørt tað almenna eigur at veita stuðul til vanligar bilar sum hjálpartól, hevur skeivt fokus. Tað er rættvíst, at bilar verða viðgjørdir undir somu reglum sum onnur hjálpartól.
Sum blind er tað ein stór hjálp hjá mær, at hava eina fartelefon, ið kann lesa upp fyri mær hvat er á skerminum. Uttan tað kann eg ikki vita hvat fólk skriva til mín, ella vita hvar eg skal trýsta, fyri at koma inn á eitthvørt. Hetta merkir tó ikki, at eg skal fáa eina ókeypis fartelefon. Flest øll vaksin fólk hava eina fartelefon, og tí er tað ikki órímiligt, at eg má brúka mínar pengar at keypa eina.
Tað er øðrvísi um talan er um eitt annað hjálpartól, ið ikki er vanlig ogn hjá fólki. Ein talandi køksvekt, serlig forrit til teldur, ella ein førarahundur er alt útreiðslur, ið eg ikki hevði havt, um eg ikki var blind. Ein serbygdur bilur til serligan tørv hevði verið sama søga. Í sær sjálvum er tað tí ikki atfinningarvert, at vanligir bilar koma undir somu reglur.
Trupulleikin liggur aðrastaðni og koyrir í tveimum.
Í fyrstu atløgu er tað út um alt mark, at politiska skipanina áhaldandi ger tilvildarligar sparingar innan almannaøkið. At síggja til er eingin yvirskipað ætlan, eingin djypri meting av avleiðingum, og eingin langtíðarplanlegging, tá um ræður sparingarnar. Tað skal sparast tí tað skal sparast, og sum oftast er ikki so frægt sum tíð til at hava ordiligar hoyringar. Hetta er óansæð hvør samgongan er.
Eg veit ikki hví hetta er so. Er tað tí at vit, sum verða rakt, bera brek, hava kroniskar sjúkur, ella eru í eini so tyngdari støðu, at tey rokna við, at vit ikki hava yvirskot at gera vart við okkara ónøgd? Eg veit ikki, men tað er nærliggjandi at hugsa, at tað er tí tað er lættari at fara eftir okkum, enn at fara eftir bólkum, ið hava orku, tíð og førleika at verja seg sjálvar.
Í aðru atløgu er tað langt úti, at nakar ikki skal hava ráð til at keypa ein bil – um ikki annað so ein brúktan bil. Tað er tó ein sannroynd, at vit, ið bera brek, ofta eru fangað í skipanum, ið fasthalda okkum í fátækradømi.
Í nøkrum skipanum, sum skulu eitast at vera til fyri at hjálpa okkum, er tað beinleiðis ein treyt, at ein ikki skal eiga virði fyri meira enn 30.000 krónur fyri at hava rætt til at fáa stuðul. Tá er ringt at keypa ein bil – fyri ikki at tosa um, um ein hevur ein dreym um at keypa eini hús. Útgjaldið er ikki so høgt, at tað er lætt at spara saman, men um tú í fleiri ár setir alt møguligt forbrúk, sum annars er sjálvsagt hjá øllum øðrum føroyingum, til viks fyri at spara saman, so rakar sleggjan teg: tú eigur meira enn 30.000 krónur.
Eg minnist, hvussu hart tað rakti, fyrstu ferð eg fekk at vita, at eg ikki kundi fáa hjálp, tí eg átti ov nógv. Eg hevði spart og spart og spart, so eg kundi skapa mær ein trygga framtíð, men boðini vóru nei – eg mátti fyrst brúka tað eg hevði spart og seta meg í eina fíggjarliga ótrygga støðu, áðrenn eg kundi fáa hjálp. Hvar er sparingin hjá tí almenna í at fasthalda okkum í eini fíggjarliga ótryggari støðu? At forða okkum, sum ynskja at royna at standa á egnum beinum? Eg veit ikki.
Støðan er tann sama, um vit fáa sambúgva ella giftast. Tá minkar gjaldið vit fáa, tí nú er tað brádliga makin, ið hevur skyldu at uppihalda mær. Hetta er alt annað enn ein góð kensla. Vanliga er tað at giftast ein tryggleiki. Tú og makin siga, at saman vilja tit skapa tykkum eina framtíð, og at tit stuðla hvør øðrum. Missi eg mítt tillagaða starv og má í eina aðra skipan, so er boðskapurin tað almenna hevur til mín, at nú eri eg ein byrða hjá manninum. Heldur enn at vit saman byggja eina trygga framtíð, so fái eg olmussu frá manninum, og hann eina fíggjarliga ótryggari framtíð. Úrslitið er eisini, at nógv velja parlagið frá ella goyma tað fyri tí almenna, at tey eru í parlagi, tí tey ikki hava ráð til at missa inntøkuna.
Og støðan er tann sama, tá um ræður tillagaði størv. Broytingin undanfarna samgonga framdi í skipanini við tillagaðum størvum – ið núverandi samgonga var so nógv ímóti, meðan hon var í andstøðu, men ikki hevur broytt -, setti okkum í eina nógv veikari støðu. Hjá nógvum okkara er tað nú ein stór undirskotsforrætning at fáa útbúgving. Tað eru eisini fleiri, ið eru ov illa fyri til at tey orka at arbeiða fulla tíð, men av tí at tey missa alt ov nógv í løn av at fara í skipanina við tillagaðum størvum, so trýsta tey seg meira enn kroppurin klárar. Eg veit heldur ikki hvar sparingin hjá tí almenna er, tá hesi fólkini longu í góðum árum ikki klára meira, hava púra útslitið kropp og sinn og tí hava brúk fyri nógv meira hjálp og stuðli.
Fokusið í kjakinum síðstu dagarnar er tí skeivt. Trupulleikin er ikki, at bilar nú fáa somu viðgerð sum onnur hjálpartól. Trupulleikin er, at skipanirnar gera at fleiri fólk eru fangað og hildin føst í skipanum, sum gera at fíggjarstøðan er so ótrygg, at tey hvørki hava, kunnu skapa sær ella fáa fíggjarliga rásarúmið til at keypa ein bil. Tá eru skipanirnar ikki nóg góðar.
Hvussu kann ein rópa tað eitt vælferðarsamfelag ella eitt trygdarnet, um skipanirnar, sum skulu hjálpa okkum, halda okkum føstum í eini støðu, har vit ikki kunnu standa á egnum beinum?
Rúna Durhuus