Hvirla tók lastatakið

Tveir mans, í bili hjá P/F Poul Hansen, gjørdust heldur enn ikki skakkir, tá ein hvirla brádliga tók takið oman av lastini á bilinum teir koyrdu í oman móti Hovi

Verðið hevur ikki verið av tí besta um vikuskiftið, hóast tað ikki hevur verið ódnarveður.

Fríggjadagin var ein bilur hjá P/F Poul Hansen á veg úr Vági til Tvøroyri, tá ein hvirla brádliga skræddi takið av lastini á bilinum.

? Vit vóru komnir norður um Porkeri, á leið við rulluportrið, á veg oman móti Hovi, tá ein hvirla kom. Hon var ikki serliga hørð, men onkusvegna hevur hon fingið fatur á takinum á lastini, tí áðrenn vit vistu, lá tað við síðuna av vegnum, sigur ein teirra, sum var við.

Hann greiðir frá, at teir hildu, at teir høvdu koyrt á ein stein, sum tað rykti í bilin, men tá teir hugdu afturum, sóðu teir, at takið var fokið av.

? Tað hevur mangan verið neyðugt at halda sær, tá mann koyrir har um vegir, men henda dagin var ikki so ógvusligt. Kortini hendi tað, greiðir hann frá.

Maðurin sigur, at takið á lastini var úr glasfipuri og var fest við aluminiumsrammu, og tað heila fór, sum tað var.

? Har sást beint upp í himmalin. Ramma og alt feyk omanav og niðan í bøin. Vit fóru út og løgdu eitt sindur av gróti omanyvir, so tað ikki fór í vindinum og síðani vippaði ein lastbilur eitt sindur av sandi niðuryvir.

Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.