Hvirlan og Kemilux hava gjørt avtalu um, at Kemilux komandi árini er høvuðsstuðul hjá felagnum.
Hvirlan, ið varð stovnað í 2008, er eitt felag innan frælsan ítrótt í Havnini, sum hevur venjingartilboð innan renning, lop og kast. Hvirlan leggur serliga denta á børn og ung fyri at tryggja, at hesi fáa eina positiva tilgongd til rørslu og samstundis fáa tey amboð, sum krevjast, um ein vil náa tindarnar.
Tað var stjórin á Kemilux, Debes Petersen, og forkvinnan í Hvirluni, Randi Kúrberg, sum undirskrivaðu sáttmálan á skrivstovuni hjá Kemilux í Mykinesgøtu 1 í Tórshavn.
- Hvirlan er sera takksom fyri, at Kemilux vil stuðla Hvirluni. Stuðulsavtalan ger tað munandi lættari at hugsa langsigtað við atliti at menning og íðkarum felagsins sum heild. Vit vilja geva øllum limunum eitt enn betur tilboð í felagnum, umframt at menna tiltøkini, so at tey gerast eitt betur upplivilsi fyri luttakararnar, sigur Randi Kúrberg.
- Hvirlan ger eitt stórt arbeiði fyri at menna frælsu ítróttina í Føroyum, og vit fegnast um, at vit kunnu vera við til at stuðla hesum. Nærlagnið hjá Hvirluni í allari tilgongd til bæði venjing, kapping og fyriskipan av tiltøkum er nakað, vit kenna týdningin av frá okkara egna virksemi, og tí meta vit tað vera eitt gott val at stuðla Hvirluni komandi árini, sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux.