Hvítu Húsini: Biden umhugsar avgjørt ikki at trekkja seg

Joe Biden heldur fram við royndum sínum at verða afturvaldur og leggur ikki frá sær, upplýsa Hvítu Húsini.

Talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, upplýsir, at Biden verður verandi í valstríðnum. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Forsetin í USA, Joe Biden, umhugsar ikki at taka seg úr forsetavalstríðnum.

Tað sigur talskvinnan fyri Hvítu Húsini, Karine Jean-Pierre.

– Avgjørt ikki, er svarið frá Jean-Pierre, sambært tíðindastovuni Reuters, tá hon verður spurd, um Biden umhugsar at taka seg úr valstríðnum.

Boðini koma eftir vaksandi atfinningar av 81 ára gamla forsetanum eftir kjakið í farnu viku við fyrrverandi forsetan Donald Trump.

Væntandi skulu teir báðir - um ikki okkurt óvæntað hendir - stríðast um forsetasessin í november.

Í dag skrivaði navnframa amerikanska blaðið New York Times, at Biden hevur sagt við ein ”sera týðandi samstarvsmann”, at hann umhugsar, um hann skuldi trekkja seg sum valevni eftir kjakið.

Fyri hesum persóninum skuldi Biden havt viðurkent, at komandi dagarnir verða púra avgerandi fyri royndina at verða afturvaldur, eftir at funnist varð at honum fyri at virka óneyvur og merktur av altri sínum í kjakinum.

Men pástandurin í greinini í New York Times er longu vístur aftur av Hvítu Húsunum sum "fullkomiliga skeivur".

Men CNN kemur eisini við eini søgu við einum dulnevndum samstarvsmanni hjá Biden, sum sigur, at Biden privat hevur viðurkent, at hann næstu dagarnar skal prógva, at hann megnar starvið sum forseti.

Sambært Karine Jean-Pierre hyggur forsetin nú "frameftir".

- Hann fer heldur fram sum forseti og við sínum valstríði. Tað er fokus hjá forsetanum, sigur hon.

- Fokus hjá forsetanum er, hvussu hann heldur fram við tí arbeiðinum. Og alt hitt, sum vit hoyra og sum greitt verður frá, er púra skeivt, sigur talskvinnan við tíðindafólk, sambært tíðindastovuni AFP.

Týsdagin gjørdist Lloyd Doggett fyrsti demokratiski kongresslimurin, sum heitti á Biden um at taka seg úr forsetavalstríðnum í USA.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevði forsetin samrøður við stúrnar limir í valtoymi sínum í dag.

Her skal hann sambært tveimum keldum hava sagt, at hann tekur seg ikki aftur.

- Eg stilli upp, segði forsetin sambært Reuters-keldu.

Hann hevur eisini roynt at sannført ovastu demokratarnar í kongressini um, at hann er klárur til afturval.

 

/ritzau/

 

Talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, upplýsir, at Biden verður verandi í valstríðnum. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix