Hvítur hvalur út fyri Leynasandi

Filmsbrot við hvalinum sæst á einari leinkju niðast í greinastubbanum

 

 

- Ein serlig uppliving - ein hvítur hvalur svimur út fyri Leynasandi í kvøld.

 

Soleiðis skrivar ein kvinna á sínum Facebook-vanga hin 8. mars, og hon hevur eisini deilt eitt filmsbrot við hvalinum.

 

Jú, hetta sær forvitnisligt út, og vit hava loyvt okkum at deila frálíka filmsbrotið á In.fo.

 

Sprotin.fo sigur, at hvítur hvalur - ella hvidhval á donskum - er hvítfiskur á føroyskum.

 

Sagt verður, at hvalurin, sum ikki verður serliga stórur, livir nærindis landi í Alaska, Kanada, Grønlandi, Noregi og Russlandi.

 

Hvalurin sæst eisini í donskum sjógvi og enntá langt uppi í Eystursjónum. Hann livir av stimafiski, krabbadýrum og høgguslokki.

 

Filmsbrotið við hvíta hvalinum út fyri Leynasandi sæst á hesi leinkju - https://www.facebook.com/reel/1966397084231382